Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú byrjar screening fyri bróstkrabba í Føroyum

Allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár fáa nú innbjóðing frá Landssjúkrahúsinum við tilboði um screening fyri bróstkrabba. 
 
Nú byrjar screening fyri bróstkrabba í Føroyum
 
Allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár fáa nú innbjóðing frá Landssjúkrahúsinum við tilboði um screening fyri bróstkrabba. 
 
Í dag eru fyrstu innbjóðingarnar sendar út, og hesar kvinnurnar koma til screening í mars mánaði.  
 
Screening er kanning av frískum bólki av borgarum, har endamálið er sjúkufyribyrgjan.
 
Tilsamans 5700 kvinnur eru í aldurbólkinum 50-69 ár. Screeningin verður tí gjørd í fleiri umførum yvir komandi 2 árini.
 
Í hesum fyrsta umfarinum fáa 829 kvinnur innbjóðing. Tá 2 ár eru liðin, og allar kvinnur í aldursbólkinum hava fingið tilboðið, fáa fyrstu kvinnurnar tilboð av nýggjum.
 
Bræv við kunning og viðtalutíð verður send í Mínboks. Tær kvinnurnar, sum ikki hava Mínboks fáa innbjóðing sum vanligt bræv.  
 
Kanningin, sum fer fram sum ein myndatøka á Røntgendeildini, tekur bert fáar minuttir.   
 
Ein spurnarkanning seint í fjør vísti, at nærum 85% av kvinnunum í ásetta aldursbólkinum ætla at taka av møguleikanum fyri screening fyri bróstkrabba. Tað er væl fleiri enn í grannalondunum.  
 
Les meira um screening fyri bróstkrabba á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum her: http://www.ls.fo/deildir/kliniskar-deildir/roentgendeild/mammografi/mammografi-screening/