Úrval 2018
03. Jan 2018
Vegna Úrval skipar ÍSF fyri móttøku í ÍSF-húsinum fríggjadagin 5. januar kl 15.00 í samband við, at Úrvalsstuðulin 2018 verður latin. Íðkararnir og sersambondini, sum fáa stuðul í ár, umframt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og nevndin í Úrval luttaka.