Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlit umborð á útlendskum skipum, og umsiting av okkara einasta rækjuskipið

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

1. Eru somu yvirskipaðu reglur galdandi um eftirlitsfólk umborð og tjekkpunk fyri útlendsk fiskifør, sum eru til fiskiskap í føroyskum sjóøki, á sama hátt sum fyri føroysk skip, ið eru til fiskiskap í t.d. norskum, russiskum ella ES sjógvi.
 
2. Nær verður kravt, at eftirlitsfólk eru umborð á skipunum, hvør ber kostnaðin av hesum eftirliti.
 
3. Verða regluligar kanningar gjørdar av veiðuni, at henda samsvarar við nøgd og fiskaslag, ið er fráboðað myndugleikunum.
 
4. Góðtekur landsstýrið, at einasta føroyska rækjuskipið Artic Viking noyðist at bíða í vikuvís eftir at fáa loyvi, at fiska avtalaða rækjukvotu í russiskum sjógvi, samstundis sum krav verður sett skipinum, at sigla hundraðtals fjórðingar óneyðugt, fyri at koma á og av fiskileið.  

Viðmerkingar
Nakað fyri jól fekk eg spurningin frá fiskimanni við føroyskum fiskiskipi, um nakað eftirlit er við teimum mongu fiskiskipunum, sum eftir fiskiveiðuavtalu millum londini, royna í føroyskum sjógvi.

Í summum førum er krav um eftirlitsfólk, umborð á føroyskum skipum. Tað kann verða langt at sigla, til tess at fáa hesi umborð tá túrurin byrjar, og seta tey av, tá túrurin er av.

Eisini skulu skip møta á eftirlitsstøð til kanningar, tá túrurin endar at staðfesta, at rætt er uppgivið til myndugleikarnar um fiskiskapin. Harumframt eru stór øki í russiskum sjógvi stongd fyri ferðslu, har myndugleikarnir krevja, at skipini sigla fleiri dagar eyka fyri at koma á og av fiskileið.

Stórar nøgdir, serliga av uppsjóvarfiski, verða fiskaðar av útlendskum skipum í føroyskum sjóøki. Tí er viðkomandi at vita, um somu reglur og treytir eru galdandi fyri fremmand fiskiskip í føroyskum sjógvi, sum fyri føroysk fiskifør í teirra sjóøki.

Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður