Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fekk løggilding til enn eina vatnveiting

Tórshavnar kommuna hevur fingið løggilding til enn eina vatnveiting. Løggildingin er veitt til vatnverkið á Soylugørðum, ið veitir vatn til bygdina Kaldbak.

Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Mynd av Óluvu Vang, Jógvan Andreasen og Viggo Christiansen fyri Tórshavnar kommunu og Hjørdis H. Jensen fyri Heilsufrødiligu starvsstovuna.

Viggo Christiansen, stovnsleiðari á teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu, hevur staðið fyri arbeiðinum, saman við Jógvani Andreasen, vatnmeistara, og Óluvu Vang og Mariu Nielsdóttir á byggi- og umhvørvisdeildini.

Viggo Christiansen sigur, at tilgongdin at fáa eina løggilding er arbeiðskrevjandi, men úrslitið er eitt gott amboð í arbeiðinum víðari, og tilgongdin gerst lættari fyri hvørja ferð.