Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umbøn um undantak frá verkfalli/verkbanni

Síðani Pedagogfelagið tann 15. desember 2017 herdi verkfallið, so tað eisini umfataði allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum, hevur 33 ára gamla dóttir okkara, Sóley, verið beinleiðis rakt 24 tímar um samdøgrið, tí ófaklærdi stuðulspedagogurin, ið vanliga ansar henni, ikki hevur fingið verið til arbeiðis. Hóast gerandisdagurin hjá teimum, sum eru um Sóley, fyri tað mesta snýr seg um at halda henni á lívi, sigur Pedagogfelagið, at einki undantak fæst frá verkfallinum, tí hennara støða er ikki lívshættislig. Lat vera sagt beinanvegin, at einki kundi verið meira skeivt enn tað!


Pedagogfelagið                 Fíggjarmálaráðið         Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
att.: Jógvan Philbrow                att.: Kristina Háfoss          att.: Annika Olsen
Tungugøta 1                         Tinganes                         R.C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn                         100 Tórshavn                100 Tórshavn

Hoyvík, 2. januar 2018

Støðan hjá Sóley er tann, at hon er fjølbrekað og býr heima, men 24 tímar um samdøgrið skal hava hjálp til alt. Hon skal hava hjálp til at eta, hjálp til at sleppa av aftur við tað, hon hevur etið, hon skal vendast, latast í og úr, og so skal hon eisini hava masku annanhvønn tíma um dagin fyri at fáa hildið andadráttinum uppi. Um náttina andar hon sjálv, tí tá hvílir hon, men framvegis skal hon vendast.

Síðani verkfallið byrjaði, hevur Sóley onga hjálp havt yvirhøvur, tí stuðulspedagogurin ikki er til arbeiðis. Vanliga er hon á Virkni í dagtímunum, men har er stongt, og heldur ikki kann sum vanligt fáa umlætting á Frítíðarheiminum í eini tvey samdøgur nú og tá, tí har er eisini stongt.

Hetta merkir alt samalt, at eg nú má taka mær av henni so at siga alla tíðina, tí vit hava ikki aðrar møguleikar. Maður mín, Júst, hevur fingið hjálpt væl til at ansa dóttir síni um jólini, tí hann hevur havt nakrar frídagar, men sum tímaløntur lastbilførari kann hann ikki vera frá arbeiðinum í dagavís upp á tann mátan, tí so fær tað stórar fíggjarligar avleiðingar og kann í ringasta føri hava uppsøgn við sær. Tí havi eg fyri tað mesta verið einsamøll um at ansa Sóley, hóast júst henda tíðin er tann tíð á árinum, har eg arbeiði mest. Á onkran hátt er tað eydnast mær at hava 22 konsertir við næmingum og sangarum, og onkuntíð havi eg tikið Sóley við, tí eingin annar kundi ansa hana. Onkuntíð hevur beiggi hennara, ið býr á loftinum hjá okkum, ansa systir síni, men hann hevur samstundis tveir synir, ið eru heima, tí annar sleppur ikki í vøggustovu og hin ikki í barnagarð, nú verkfall er. Enntá hevur 86 ára gamli abbi Sóley verið noyddur at tikið okkurt tørn, so nógv hevur staðið á!

At Sóley býr heima, skyldast einum ovurhonds stórum ynski frá okkum um, at tað skal ikki ganga út yvir Sóley, at hon er handikappað, umframt at okkara royndir ígjøgnum hesi 33 árini hava verið, at hon er nógv frískari, tá hon er heima. Samstundis hava vit spart Almannaverkinum tvær milliónir krónur um árið, tí Sóley býr heima, so tí kennist hetta sum ein sonn ótøkk frá tí samfelag, ið longu frammanundan hevur ilt við at játta neyðugu stuðulstímarnar til Sóley. Hetta er gráin tøkk við lít!

Aktuella støðan hjá mær nú er tann, at eg havi eina høgru øksl, sum ikki fungerar, og stendst hetta brek av yvirbelastningi í langa tíð, so slit, forkálking og bruni í darva økslini, umframt at nervar eru í klemmu, so økslin slett ikki kann brúkast. Eg havi bíðað eftir at sleppa fram at skurðviðgerð, tí tað hevur víst seg, at einki annað kann hjálpa. Í summar fekk eg nógvar viðgerðir, ið einki hjálptu, og síðani blokadur, ið bara gjørdu støðuna enn verri, so eg mátti bíða til í november, áðrenn eg skuldi sleppa framat hjá ortopedinum, men tá forðaði verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fyri, at eg kundi fáa neyðugu hjálpina, og tí havi eg bara gingið og bíða síðani. Aftur at tí kemur, at av tí at høgra øksl hevur verið óvirkin síðsta árið, havi eg verið noydd at arbeitt øðrvísi og brúkt vinstru øksl nógv meira, og nú havi eg so oman á tað heila fingið trupulleikar í vinstru øksl, tí vinstri armur hevur gjørt tað, høgri armur skal gera.

Nú er støðan blivin akutt, tí árla hósmorgunin skal eg leggjast undir skurð, sum er tann allarseinasti møguleikin, skal høgra øksl bjargast og gerast brúkilig aftur. Tað er ein íslendskur ortopedur, ið er í Føroyum triðjuhvørja viku, ið nú skal skurðviðgera meg, og hann hevur mestsum kroyst hesa einu skurðviðgerðina inn ímillum, tí hann metir mína støðu so akutta. Eg kann ikki undir nøkrum sum helst umstøðum lata henda møguleikan fara framvið, tí fái eg skurðviðgerðina nú, er møguleikin fyri, at eg kann gerast frísk, sera stórur. Verður bíðað, versnar høgra øksl bara, og sum tað gongur nú, verður úrslitið eisini, at vinstra øksl fær somu lagnu.

Í morgin, mikumorgunin, klokkan 11, skal eg møta til blóðroyndir og fylla út ymisk pappír, og so skal eg leggajst undir skurð tíðliga hósmorgunin. Men fæst einki undantak frá verkfalli/verkbanni, er vandi fyri, at eg noyðist at útseta skurðviðgerðina, samstundis sum eg minni og minni kann vera nøkur hjálp fyri Sóley, tí eg skjótt eri á markinum til at vera fullkomuliga óarbeiðsfør. Tí sendi eg nú Føroya Pedagogfelag hetta neyðarróp um at loyva undantaki, so stuðulin hjá Sóley kann sleppa at ansa henni – um ikki annað, so 8-10 tímar um samdøgrið, tí alt ger mun. Hetta er alneyðugt, so eg kann fáa avgreitt mína skurðviðgerð í øllum góðum, tí eg kann ikki ganga longur við óviðgjørdari øksl.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, svarar ongantíð telefonini og tykist vera farin undir heilt, so har er einki at heinta, og hartil er støðan eisini tann, at eg nú eri so útkoyrd, at eg ikki havi orku til eisini at fara í holt við at stríðast við Fíggjarmálaráðið. Akkurát hetta førið hoyrir ikki undir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, men eg kenni meg noydda at kunna allar partar um tørvin á bráðneyðugari hjálp nú, tí tað kann ikki bera til, at Sóley skal vera givin upp á henda hátt í 2018!

Veruleikin er altso tann, at fær Sóley ikki hjálp alla tíðina, so yvirlivir hon ikki! Barnaárini gjørdi vit alt, so hon skuldi mennast so væl sum gjørligt, og tá hon vaks til og bleiv tannáringur, royndu vit at geva henni upplivingar og innihald í lívinum, men nú snýr tað seg um, at hon skal hava tað so gott, sum tað ber til, og at hon skal kunna yvirliva. Lunguni eru so veik, at hon ikki klárar seg so uttan alla ta hjálp, hon kan fáa. Ófaklærdi stuðulspedagogurin hevur lært at geva henni maskur og syrgja fyri, at hon fær anda, so tí er okkara bøn, at hon kann sleppa til arbeiðis aftur, so Sóley ikki skal líða enn meira undir hesum, umframt at tað er einasti møguleikin, skal eg sjálv fáa ta bráneyðugu hjálp við skurðviðgerð, ið eg havi akutt brúk fyri her og nú. Fái eg ikki brúkt henda møguleikan, er eisini tað eitt beinleiðis afturstig fyri Sóley, sum støðan er nú.

Vinarliga

Sigrið Sivertsen
Hákunargøta 1
188 Hoyvík

Telefon 510736