Fiskaaling við í altjóða bók um gransking í reinsifiskum
17. Jun 2018
BÓKAÚTGÁVA: Tá ræður um vitan um reinsifisk er Fiskaaling rættiliga frammalaga í gransking og royndum við rognkelsum, ið verða nýtt til at berja niður lýs í alibrúkum. Hetta er orsøkin til, at ein bretskur granskari í reinsifiskum hevur biðið granskarar á Fiskaaling skriva eitt kapittul til bók hansara um reinsifiskar sum heild, ið snýr seg um føroyska gransking í rognkelsum.