Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársfrágreiðingin fingið nýtt snið

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2017 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.

Ársfrágreiðingin hevur í ár fingið nýtt snið, og lýsir hon virksemið hjá umboðsmanninum á ein betri og meira nútíðarhóskandi hátt. Harumframt er hagtalsskrásetingin broytt. Henda broyting gevur eina sannari mynd av virkseminum hjá umboðsmanninum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 50 klagur í 2017. Harumframt vóru 11 klagur avgreiddar, sum vóru innkomnar (men ikki avgreiddar) árini frammanundan. Umframt tær ítøkiligu klagurnar, sum umboðsmaðurin fekk í 2017, tók umboðsmaðurin 4 mál upp av egnum ávum. Av hesum slagi av málum vóru 2 enda¬liga avgreidd við árslok 2017. Harumframt vórðu 3 mál avgreidd frá árunum frammanundan.

Av klagunum, sum vóru avgreiddar í 2017, endaðu 11 við áliti, 33 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 12 klagur vórðu avvístar.

Í ársfrágreiðingini kunnu lesast stuttar frásagnir av ymiskum málum, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2017. Somuleiðis kunnu lesast 2 greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga.

Tann eina greinin umrøður grundgevingar fyri eini avgerð. Hin greinin umrøður stóra týdningin av, at almennir myndugleikar leggja dent á sína málsviðgerðartíð.

Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

Ársfrágreiðingin kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2farsfragr%2fArsfragreiding+2017.pdf