Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Parkeringsviðurskiftini í Havn

Nú er støðan við at gerast katastrofal viðvíkjandi parkering í miðbýnum í Havn.

Býráðspolitikkarar eru vaknaðir við kaldan dreym og ætla í skundi at fara til Norra at kanna parkeringstunlar. 

Undir seinasta býráðsvali skeyt eg upp at fara undir ein parkeringstunnil ongantíð ov skjótt. Uppskotið hjá mær var at gera ein tunnil av Kongabrúnni niðan undir høllina á Hálsi, so rúm er fyri minst 600 parkeringsplássum. Bilar og fólk kunnu so koma inn í tunnilin í fleiri støðum á vegnum, t.d. á Kongabrúnni, í miðbýnum, við SMS og við Tórsvøll. 

Møguleiki er eisini at hyggja til Helsinki í Finnlandi, har eru handlar v.m. undir jørð og tosað hevur verið um at gera baðiland eisini. 

So við góðum hugflogi ber nógv til.   

Í Havn er nærum ikki ein grønur plettur eftir, sum ikki er lagdur undir asfalt. Men betur seint enn ongantíð. 

So koyr á býráðið, fá okkum havnarborgarum góð parkeringsviðurskifti í einum parkeringstunli.

Les her um uppskotið frá 2016: http://www.in.fo/news-detail/havnin-skal-hava-parkeringstunnil/

Ingi Mittún
næstformaður í Føroya Væl