Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høpisleyst at nokta Kósini at byggja út

Vanliga hevur gleði valdað kring alla politisku skipanina, tá vinnulívsfólk hava arbeitt við útbyggingarætlanum í fiskivinnuni. Slíkar útbyggingar skapa nýggj arbeiðspláss í høvuðsvinnuni, eru við til at virðisøkja okkara rávørur og veksa um útflutningsvirðið.  

Pípan fingið annað ljóð
Undir sitandi samgongu hevur pípan fingið annað ljóð. Nú sýnist sum um, at munur verður gjørdur á, hvar í landinum arbeitt verður við útbyggingum í fiskivinnuni. 

Seinasta dømið er, at myndugleikarnir í Havn, hava noktað eigarunum av Kósini í Klaksvík at byggja fiskavirkið út fyri einar 40 mió. kr. Slík politisk íblanding man vera eindømi, síðan bátsbandið og einahandilin vóru avtikin í seinnu helvt av 1800 talinum.

Vónandi er talan um misskiljingar, sum løgmaður og landsstýrið fáa rætta beinanvegin. 

Raka landnyrðingspartin í landinum meint
Men vónirnar til, at alt fer at laga seg eru kortini so sum so. Tí boðini at nokta Kósini at byggja út, eru komin í kjalarvørrinum av nýggju lógini um sjófeingi hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum rakar fyritaksemi í fiskivinnuni í landnyrðingspartinum í Føroyum sera meint. 

Sníkt seg upp á land
Ætlanin við nýggju lógini segðist vera at skipa fiskivinnuna á sjónum, har farast skuldi frá politiskari útlutan til eina marknaðargrundaða skipan. 

Men nú er vent er í holuni. Landsstýrismaðurin hevur sett nevnd at luta út fiskirættindi politiskt og landafrøðiliga, samstundis sum fløkjasligu lógargreinarnar síggja út til at hava sníkt seg upp á land at forða útbyggingum av Kósini í Klaksvík. 

Óskilið má steðgast
Um løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki fáa málið at venda beint, tá tað kemur út aftur úr Fiskimálaráðnum, má onkur annar í samgonguni vakna. 

Óskilið má steðgast, tí tað er høpisleyst at nokta einum fiskavirki at byggja út í eini fiskivinnutjóð, sum okkara.

Bjørn Kalsø 
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin