Mentan
Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. mars kl. 19.00
22. Feb 2021
Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. mars kl. 19.00 til 21.00. Jóhan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, kemur at greiða frá tí, ið rørir seg innan prostata viðgerð. Vegna almennu korona tilmælini verður tiltakið á Hotel Føroyum, í Havn.
les meir
Gróðursettur: tilflytarasøgur
22. Feb 2021
Sum oyggjaland hava Føroyar eina langa søgu, har fólk bæði eru flutt til Føroya og av landinum. Sjálvt føroyingar, væl rótfestir í Føroyum, hava forfedrar, sum komu úr øðrum londum t.d. úr Noregi, Danmark, Skottlandi og Írlandi. Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole – ein føroyskur amerikumaður - heiðrar í hesum frímerkjaarki.
les meir
Serrit um havumhvørvið og ávirkan á vistskipanir í Norðuratlantshavi
22. Feb 2021
Eitt serrit um havumhvørvið og tess ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir er sett á breddan hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science.
les meir
Næmingavitjan frá TSK
21. Feb 2021
Næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík vitjaðu í morgun á Fiskaaling. Endamálið var at kunna seg um arbeiðið hjá Fiskaaling, og um hvørjir starvsmøguleikar her kunnu vera áhugaverdir hjá einum ungum lesandi.
les meir
Reiðarafelagið fyri Handilsskip havt aðalfund
21. Feb 2021
Fríggjadagin 12. februar hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Fyri vali stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Rúni V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen. Teir vóru allir afturvaldir. Í RFH eru 15 limir, sum umboða 73 skip. Limirnir eru virknir innan m.a. siðbundnan farmaflutning, ferðafólkaskip og tænastuskip innan alivinnu og oljuvinnu. Afturat hesum fevnir shipping eisini um atknýtt virksemi á landi.
les meir
Nettoskuld landskassans 600 mió. kr. við ársenda 2020
21. Feb 2021
Við ársenda 2020 var lánsbrævaskuld landskassans 5,3 mia. kr.. Samstundis var gjaldførið hjá landskassanum 4,7 mia. kr. Tað vil siga, at nettoskuldin, tað er skuld frátrekt gjaldføri, var 600 mió. kr. við ársenda 2020. Samanborið við ársenda 2019 var lándsbrævaskuldin hjá landskassanum 3,7 mia. kr. og gjaldførið 3,5 mia. kr, tað vil siga ein nettoskuld á 200 mió. kr.
les meir
Stórar íløgur í laksaaling á landi í Kina
21. Feb 2021
Leiðandi kinesiski framleiðarin av frukt og grønmeti, Haisheng, ætlar sær nú eisini at ala laks og rækjur á landi í Kina. Boðini koma stutt eftir at tað herfyri varð almannakunngjørt, at norðurlendska fyritøkan Nordic Aqua Partners fer undir at byggja fyrsta RAS-anleggið til laksaaling í Kina
les meir