Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Næmingavitjan frá TSK

Næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík vitjaðu í morgun á Fiskaaling. Endamálið var at kunna seg um arbeiðið hjá Fiskaaling, og um hvørjir starvsmøguleikar her kunnu vera áhugaverdir hjá einum ungum lesandi.

Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, tók ímóti flokkinum. Hon greiddi frá ymiskum, sum Fiskaaling arbeiðir við. Hon segði eisini frá, hvussu næmingar kunnu gera lestraruppgávur av ymiskum slagi á Fiskaaling, so sum Bachelor- og Mastersuppgávur, og størri PhD-granskingarverkætlanir.

«Tað kemur meira enn so fyri, at næmingar fáa tilboð um starv hjá Fiskaaling eftir loknan lestur,» segði Jóhanna Lava Køtlum.

Næmingarnir ganga á 3. ári á Tøknibreytini.

Fiskaaling takkar fyri vitjanina og ynskir teimum øllum góðan byr á yrkisleiðini.

Kelda: Næmingavitjan frá TSK (fiskaaling.fo)