Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gróðursettur: tilflytarasøgur

Sum oyggjaland hava Føroyar eina langa søgu, har fólk bæði eru flutt til Føroya og av landinum. Sjálvt føroyingar, væl rótfestir í Føroyum, hava forfedrar, sum komu úr øðrum londum t.d. úr Noregi, Danmark, Skottlandi og Írlandi. Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole – ein føroyskur amerikumaður - heiðrar í hesum frímerkjaarki.

Cole, føddur í 1968, kom til Føroya úr USA fyri fyrstu ferð í 1986 sum skiftisnæmingur í eitt ár. Hereftir vitjaði hann í Føroyum á hvørjum ári fram til 2011, tá hann flutti til Føroya. Hann býr nú í Saltnesi saman við føroysku konu sínari. Hann eigur fimm børn, øll hava føroyskar røtur.

Í hesum smáarkinum við seks frímerkjum heiðrar Cole sjálva upplivingina av at flyta, bæði sum eitt alheimsligt fyribrigdi í søgu menniskjans, men eisini grundað á sína egnu persónligu søgu. Tá hann arbeiðir við træi, sum er felt í hansara heimstáti, Minnesota, brúkar Cole orð og vendingar, sum verða brúktar innan skógrøkt, tá hann sipar til gongdina í tilflytingini: at takast upp við rót, at umplantast, at formast, at følna, at vaksa, at trívast og at blóma. Øll ferðin, heilt frá skelkinum av at siga farvæl til tað kenda og til at festa røtur í nýggjari mold, verður víst í hesi røðini, nevnd “Transplanted” og sum er sett saman av 50 skurðmyndum íalt. Tær seks skurðmyndirnar, sum eru valdar út til frímerki eru hesar: Torn, Casual Alien, Round my Edges, In my Fathers Footsteps, Floral Fireworks og Full Circle. Hvør einstøk skurðmynd stendur fyri einum ávísum skeiði í tilgongdinii frá at vera fremmandur og til at gerast borgari. Hvør einstøk skurðmynd hevur partar bæði úr heimlandinum hjá Cole og úr hansara ættleidda heimlandi.

Sjálv tilgongdin, tá hann heystar upprunatilfarið, hevur týdning fyri verkini hjá Cole. Hann vaks upp í ikki langt frá Missisippi-ánni í býnum Shakopee, ið hevur fingið navn sítt eftir eini grein av Dakota-ættarbólkinum. Tætt við bratta áarbakkan veksur mongd av gomlum leyvtrøum, m.a. sukurahorn og valnøtutrø. Har finnur hann við, t.d. trø, sum eru brotnað ella eru í endanum av teirra livitíð. Hesi brúkar hann sum tilfar til verkini hjá sær. Í hesi røðini hevur hann eisini brúkt rátt, skorið og pussað føroyskt basalt – eitt steinslag, ið er eitt av høvuðstilfarinum, sum hesar oyggjar í Atlantshavi eru gjørdar av. Hvør skurðmynd stendur á einum støði av hesum gamla tilfari.

Fyri tað mesta er tað sukurahorn, sum hann evnar til. Tað er tætt við fínligum árringum og verður eisini rópt steinahorn. Hetta træið, sum hoyrir til upprunavøksturin í Minnesota, hevur fingið navn sítt – sukurahorn – tí tað framleiðir eina rúgva av søtari plantusevju, sum kann kókast niður til ahornsirop. Hetta var vælkent millum fólkini í Dakota-ættarbólkinum, sum búgva í økinum í dag og sum búðu har í fleiri túsund ár áðrenn tilflytararnir úr Evropa komu.

Fyri Cole gevur hesin viðurin afturljóð í hansara egnu søgu. Hann hevur eisini ferðast langt heimanífrá og er eisini ógvusliga umskapaður av ferðini. Rørdur av síni egnu uppliving sum tilflytari og sínum takksemi fyri ta gávu, ið hansara ættleidda land hevur givið honum, hevur Cole skapt hesa røðina av skurðmyndum fyri at fagna umplantingini og gróðursetanini, ævintýrinum og spenninginum, sakninum, umskapanini og gleðini við at laga seg til og ættleiða eitt nýtt heimland.

Føroyar hava heimsins mest líku íbúgvar. Teir uml. 50.000 íbúgvarnir eru nærum allir av skandinaviskum ella skotskum / írskum uppruna. Tí kann man undrast yvir at í lítla bólkinum av tilflytarum í Føroyum, eru umleið 100 ymiskar tjóðir umboðaðar.

Tá hann gjørdi undankanningar til hesa verkætlan, tosaði Cole við fleiri enn 50 tilflytarar í Føroyum. Hann savnaði saman teirra hugsanir og legði tær afturat sínu egnum upplivingum av, hvussu tað var at laga seg til eitt lív so langt burturi frá upprunaliga heimstaðnum. Hesi evni, sum komu fram í samrøðum, vóru við til at evna hugskotið aftanfyri hvørja einstaka skurðmynd.

Verkini hjá Cole eru tíðarkrevjandi og eru úrslit av eini langari hugsunartilgongd umframt kropsligum arbeiði. “Evnini koma av sær sjálvum, tá eg hyggi at tí tilfari, sum eg havi framman fyri mær,” sigur Cole, sum sær seg sjálvan sum ein abstraktan intuitivan listamann. “Formar endurtaka seg og koma við hugskotum og tilsipingum til hvørjar lutir, sum tey kunnu evnast til. Eg taki ímóti hesum sniðfundigu uppskotum og grundi yvir tey í fleiri vikur. Tá eitt hugskot so smátt fer at taka skap, so bindi eg meg til at fáa júst tað fram í tilfarinum.”

"Sum ein tilflytari, sum er fallin væl til í einum nýggjum heimlandi, so havi eg fingið nágreiniligt innlit í tær royndir og trongdir,  sum fólk uppliva, tá tey velja at flyta úr sínum heimlandi,” sigur Cole. “Eg kann eisini hava samhuga við teimum, sum fara ígjøgnum hesa tilgongd ímóti sínum vilja, tvingað at flýggja orsakað av kríggi, fátækradømi, hungri og harðskapi.”

“Eftir at hava búð í Føroyum í nærum tíggju ár, so eri eg takksamur fyri mína familju, mínar vinir, mítt arbeiði sum læarari og listafólk og sum heild við mína støðu í samfelagnum”, sigur hann. “ Hetta takksemi hevur fingið meg at hugsa um hesa tilgongd, sum eg havi verið í og tað er íblásturin til hesa røðina.

Chris Welsh