Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serrit um havumhvørvið og ávirkan á vistskipanir í Norðuratlantshavi

Eitt serrit um havumhvørvið og tess ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir er sett á breddan hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

Granskarar eru vælkomnir at senda úrslit frá kanningum av havstreymum, gróðuri í sjónum, djóraæti, fugli, fiski og súgdjórum til hetta rit.

Frontiers hevur bjóðað eini gestaritstjórn - samansett av granskarum á Havstovuni, havstovunum í Íslandi, Noregi og frá Århus Universiteti - at standa fyri hesi verkætlan.

Til ber at fáa meira at vita um ritið á Frontiers in Marine Science ella frá Hjálmari Hátún, granskara á Havstovuni, hjalmarh@hav.fo