Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Útnorður kallar!

30. Aug 2014

Dagarnar 5. og 6. september verður Norðurlandahúsið karmur um spennandi tiltøk, sum seta Útnorður á breddan. Mentamálaráðið skipar saman við Norðurlandahúsinum fyri Útnorðurdøgum. Føroyar, Grønland og Ísland verða saman nevnd “Útnorður”. Londini í Útnorðri hava hvør sær nógv at bjóða uppá, og saman enn meir! Hesar báðar dagarnar verður høvi hjá øllum at forvitnast og fáa vitan um samstarv í Útnorðri og at uppliva mentanina í teimum trimum londunum.

les meir

Anita fingið spildurnýtt fiskiloyvi

29. Aug 2014

Í gjár boðaði løgmaður frá, at hann fór at taka øll fiskirættindini frá garnaskipinum Anitu, men í dag hevur skipið kortini fingið spildurnýtt fiskiloyvi til garnafiskiskap eftir svartkalva undir Føroyum.

les meir

Almennar tænastur í høvuðsstaðnum

29. Aug 2014

Menning av útjaðaranum – økismenning

les meir

Býráðsumboð á vitjan í Risavika

28. Aug 2014

Í dag vóru formaðurin í byggi-og býarskipanarnevndini og nevndarlimur í vinnunevndini, Tróndur Sigurdsson, og Jákup Dam, nevndarlimur í vinnunevndini í Tórshavnar býráð, saman við havnameistaranum Jónsvein Lamhauge og vitjaðu havnalagið í Risavika.

les meir

Løgmaður ætlar at taka fiskiloyvi frá Anitu

28. Aug 2014

Løgmaður hevur, við heimild í §§ 46, stk. 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, ætlan um at taka aftur øll veiðu- og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu TG 788, OW 2124, fyribils til dómur er dømdur í revismálinum ímóti Anitu.

les meir

Nógvur makrelur í Norðuratlantshavi

28. Aug 2014


Endaligu úrslitini av felags yvirlitstrolingunum eftir makreli við m.a. Finni Fríða vísa, at makrelurin hevur flutt seg enn longri norður og vestur enn í fjør. Orsøkin er helst liggjandi góðveðrið í summar, sum hevur ført til sera heitan sjógv í ovaru løgunum um alt havið norðan fyri 60 stig norður.

les meir

Manningarfeløg heita á løgmann um at steðga Anitu

27. Aug 2014

Tey trý manningarfeløgini hava í dag sent løgmanni bræv, har tey heita á hann um at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu.

les meir

Semja um hvílutíðina á Smyrli

27. Aug 2014

HVÍLUTÍÐ: Starvsmannafelagið og Strandferðslan hava gjørt semju um hvílutíðuna hjá manningunum umborð á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Felagið fegnast um, at lønin verður óbroytt og at verkfalsrætturin óskerdur.

les meir