Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útnorður kallar!

Dagarnar 5. og 6. september verður Norðurlandahúsið karmur um spennandi tiltøk, sum seta Útnorður á breddan. Mentamálaráðið skipar saman við Norðurlandahúsinum fyri Útnorðurdøgum. Føroyar, Grønland og Ísland verða saman nevnd “Útnorður”. Londini í Útnorðri hava hvør sær nógv at bjóða uppá, og saman enn meir! Hesar báðar dagarnar verður høvi hjá øllum at forvitnast og fáa vitan um samstarv í Útnorðri og at uppliva mentanina í teimum trimum londunum.

Á skránni verða framsýning, filmssýning, tónleikur, upplestur og matur úr Útnorðri. Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum, setir dagarnar 5. september kl. 15, og beint eftir setanina verður pallborðsfundur undir heitinum: Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur, har politikarar og onnur fara at kjakast um útnorðursamstarvið.

Tað er Útnorðurráðið, ið hevur samtykt, at Útnorðurdagar skulu haldast, og á fyrsta sinni verða dagarnir hildnir her hjá okkum. Endamálið við Útnorðurdøgunum er at varpa ljós á mentan og søgu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og soleiðis at styrkja samstarvið og sambandið millum hesi trý londini í Útnorðri. Dagarnir vórðu hildnir í Íslandi í 2012 og í Grønlandi í 2013.

Mentamálaráðið hevur saman við Norðurlandahúsinum, Norrøna Felagnum, NORA, Íslendska konsulátinum, Íslendingafelagnum og Grønlendingafelagnum tikið stig til at fyrireika Útnorðurdagarnar 2014.