Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennar tænastur í høvuðsstaðnum

Menning av útjaðaranum – økismenning

Tað hevur í fleiri ár verið ein partur av politisku uppskriftini hjá lokalu politikarunum í Løgtinginum, at menningin av útjaðaranum skal gerast við m.a. at leggja almennar stovnar og tænastur út í økini, bæði verandi og nýggjar almennar tænastur. Endamálið er at skapa arbeiðspláss og virksemi annars.

Tað eru gjørdar flytingar av almennum stovnum, eitt nú Skipaeftirlitið og partar av tænastunum hjá Taks og Almannaverkinum. Tær ávaringar, sum gjørdar vóru tá var, at tænastan vildi gerast verri ella lægri tænastustig, serliga tí, at tað er trupult at rekruttera kvalifiserað fólk, og trupult er at skapa eitt mennandi arbeiðsumhvørvi og trivna. Minnist meg rætt hava fólk við sjúkrarøktaraútbúgving havt skrivstovustarv á Taks í onkrum av økjunum. Hetta vísir seg nú, nøkur ár eftir, júst at vera ein trupulleiki, og álvarsligir trupulleikar eru við nøkrum av hesum stovnum, t.d. meirnýtsla, vánalig tænasta og leiðsluloysi.

Sostatt er tíðin komin at endurskoða henda økismenningarpolitikk, serliga nú hesir almennu stovnar ikki virka nøktandi og flestu fiskiloyvi og tilhoyrandi virksemi, so at siga, alt er latið útjaðaranum.

Hvat skal til høvuðsstaðin

Skipaskrásetingin og FAS halda til í Havn, Sjóvinnustýrið heldur til í havn, meðan Skipaeftirlit og Manning halda til í Miðvági. Skipaeftirlitið og Manning hava eina geografiska plasering, sum er burturvið og tænir ikki arbeiðinum hjá eftirlitinum og teimum, sum skulu brúka eftirlitið. Tað eigur eisini at verða umhugsað at flyta aftur til Havnar aðrar almennar stovnar.

Sama eigur at gerast við deildir hjá Taks, Almannaverkinum og Sjúkrahúsverkið – so nógv sum gjørligt flytast til høvuðsstaðin. Hetta kann gerast uttan trupulleikar og nógv bíligari við tí góða interneti, telesamskifti og vegasambandi, sum er í dag og sum landið hevur brúkt hundratals milliónir at útbyggja og heldur fram við at útbyggja fyri milliardir.

Hetta við sentralisering minnir um yvirtøkumál - skulu málsøki liggja hjá dønum ella skulu vit yvirtaka og soleiðis sjálvi valda og gjalda ymisk øki. Skulu almennar tænastur loysast í Havn ella leggjast út á bygd ella útjaðaran. Hesi inntriv hava nakrar tænastuligar og fíggjarligar avleiðingar - vanliga dýrari og vánaligari tænastu í sambandi við yvirtøku ella flyting. Men politiska endamálið er at skapa virksemi og arbeiðspláss kring alt landið – kosta hvat tað kosta vil.

Hesar vánaligu royndir við flyting av almennum stovnum úr Havn ella høvuðsstaðnum eiga at hava við sær, at ikki ein tann einasta flyting ella nýggjur stovnur verður fluttur ella lagdur til útjaðaran í framtíðini.

Higartil eru ongar sakligar og objektivar greiningar gjørdar av, hvørt tað er skilagott at flyta almennar stovnar til smærri økini í hesum lítla landi. Hetta er gjørt av lokal-politiskum orsøkum, over night og hóast ávaringar um afturstig í tænastuni og óneyðuga høgar útreiðslur til fyrisiting o.a.

Annfinn Brekkstein

Býráðlimur í Tórshavn fyri Sambandsflokkin