Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo


Løgmaður segði í gjár, at hann fór at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu, men í dag hevur Fiskieftirlitið hjá Vørn skrivað út nýtt fiskiloyvi til skipið at galda í eitt ár frá á midnátt sunnukvøldið. (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Anita fingið spildurnýtt fiskiloyvi

Í gjár boðaði løgmaður frá, at hann fór at taka øll fiskirættindini frá garnaskipinum Anitu, men í dag hevur skipið kortini fingið spildurnýtt fiskiloyvi til garnafiskiskap eftir svartkalva undir Føroyum.

Eftir: Ingolf S. Olsen

Tað er ikki altíð, at høgra hond veit, hvat vinstra hond ger, og tað kann av álvara sannast, nú løgmaður í gjár, eftir at manningarfeløgini í fyrradagin sendu honum áheitan um tað, alment boðaði frá, at hann fór at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu.

Løgmaður hevur tikið yvir alla málsviðgerð í sambandi við Anitu, tí alt Fiskimálaráðið er ógegnigt, eftirsum aðalstjórin har, Rógvi Reinert, er beiggi skiparan á Anitu.

Men longu í dag hevur Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn, ið er stovnur undir Fiskimálaráðnum, kortini skrivað út eitt spildurnýtt fiskiloyvi til Anitu. Loyvi fer í gildi eftir midnátt sunnukvøldið, tá gamla loyvið av røttum fer úr gildi, tí verandi fiskiár endar tá.

Nýggja loyvið er so galdandi til 31. august næsta ár – um løgmaður væl at merkja ikki strikar tað mikudagin. Tá er hoyringsfreistin hjá reiðarínum hjá Anitu nevniliga úti í sambandi við fráboðanina hjá løgmanni um, at hann fer at taka fiskirættindini frá skipinum.

Nýggja fiskiloyvið hjá Anitu sæst http://www.fiskimannafelag.fo/media/22624/fiskiloyvi-anita.pdf