Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Urias má høgga – henda veg ella handa veg!

Fyrisiting av ikki-søguligum tilfeingi: Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal má velja ímillum at koma í andsøgn við løgtingsmannin Høgna Hoydal ella at koma í andsøgn við sína egnu fyrisiting

Sosialurin hevði herfyri grein um Høgna Hoydal, sum er komin á sessin, har tað leikar harðast á (Sosialurin 27. nov. 2015 s. 30). Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum er hann komin á ein uriaspost. 

Hann hevur kritiserað fráfarna fiskimálaráðharran, Jacob Vestergaard, ógvusliga, serliga fyri fyrisitingina av makreltilfeinginum í føroyskum sjógvi, og í 2012 kærdi hann táverandi landsstýrismannin (og løgmann) fyri landsstýrismálanevndini í sambandi við fyrisitingina av hesum máli. 

Í skrivi til nevndina, dagfest 13. juni 2012, kærdi Høgni Hoydal Høgni partvís yvir-skipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum og løgmanni, og part¬vís sokallaðu makrelkunngerðina.

Hoydal um Vestergaard: Livdi ikki upp til krøvini til rættarsamfelag

Og løgtingsmaðurin legði ikki fingrarnar ímillum. Viðvíkjandi yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðunum skrivar hann, at: 

- avgerðirnar hjá landsstýrinum uppfylla eingi av krøvunum til fyrisiting í einum fólkaræði og rættarsamfelag

- fyrisitingin er eyðkend av, at har eru ongar lógarreglur og heimildir
- har eru ongar grundaðar siðvenjur 
- har er einki gjøgnumskygni 
- har einki eftirlit við, at lóg og rættur verða hildin 
- sakliga grundarlagið undir avgerðum ikki kann eftirkannast og kærast og 
- talan er um tilvildarligar og ymiskar avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini.

Viðvíkjandi makrelkunngerðini var Høgni Hoydal eins avgjørdur. Hann kærir um at: 

- hon er ikki í samsvari við greiðar lógarheimildir, fyrisitingarligar rættarreglur ella siðvenjur

- hon er greitt brot á grundreglurnar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi skipabólkum og bólkabýti og 

- landsstýrismaðurin uttan lógargrundarlag ásetir sær sjálvum nýggjar heimildir at býta út og flyta kvotur og virðir millum fiskifør eftir tilvildarligum avgerðum

Heimildarloysi?
Høgni Hoydal vildi hava landsstýrismálanevndina at kanna, um fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi og um ólógligar avgerðir er tiknar. Fiskimálaráðið svaraði atfinningunum frá Høgna Hoydal í skrivi 18. juli, men 6. mai 2013 – áðrenn landsstýrismálanevndin var komin við eini niðurstøðu – tók Høgni Hoydal kæruna aftur. Grundgevingin var, at Høgni Mohr hevði kært til Løgtingsins Umboðsmann og at Pf. Líraberg hevði stevnt Fiskimálaráðnum. 

Nú situr Høgni Hoydal so í stólinum hjá Jacob Vestergaard og skal fyrisita ikki-søguligt tilfeingi, t.v.s. tilfeingi, sum ikki í forhond liggur til ávísar rættindahavarar sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Og hann skal eyðvitað liva upp til tey krøv, ið hann gjørdi seg til talsmann fyri í kæruni til landsstýrismálanevndina. At geva sær ráð hevur eina fyrisiting við løgfrøðiligum og øðrum fakligum kunnleika at halda seg til. 

Skeri eg teg her ….
Alt bendir á, at fyrisitingin í dag hevur somu áskoðan um heimildir sum í 2012. At komið við grundleggjandi øðrvísi ráðgeving hevði verið at viðurkent, at ráðgevingin í 2012 (og 2013, 2014 og 2015) var skeiv. So tað er lítil ivi um, at fyrisitingin streingir á at brúka sama leistin. Velur landsstýrismaðurin Høgni Hoydal at halda seg til uppfatanina hjá fyrisitingini og fylgja tilmælum hennara, so er tað í stríð við uppfatanina hjá løgtingsmanninum Høgna Hoydal, sum í 2012 kærdi Jacob Vestergaard fyri heimildarloysi …

Hevur landsstýrismaðurin nakað alternativ? 

… so missi eg teg har
Tað kundi verið uppfatanin hjá Pf. Líraberg. Ímillum uppfatanina hjá Fiskimálaráðnum og ta hjá Pf. Líraberg finst einki kompromis: tær standa steyrrættar upp ímóti hvørji aðrari. Tá ið Høgni Hoydal í 2013 tók kæruna til landsstýrismálanevndina aftur, so var tað við teirri grundgeving, at rætturin er ein betur egnað skipan at avgera málið. Trupulleikin hjá landsstýrismanninum er bara, at Eystari landsrættur helst ikki tekur avgerð í málinum fyrrenn til várs. Landsstýrismaðurin kann velja at fylgja uppfatanini hjá Pf. Líraberg. Velur landsstýrismaðurin Høgni Hoydal at halda seg til uppfatanina hjá Pf. Líraberg, so kemur hann í andsøgn til sína egnu fyrisiting …

Yvirlivir Urias …?
Eftir míni bestu sannføring eru uppfatanin hjá fyrisitingini og tann hjá Pf. Líraberg einastu alternativini. So landsstýrismaðurin má velja! Men livast má og fiskast má, og tíðin gongur! So landsstýrismaðurin má taka eina avgerð. Fyrisitingin skundar undir, landskassanum fattast pengar og teir sum plagdu at fáa, ótolnast … 

Tað er valla nakar, ið øvundar landsstýrismanninum ta støðu, hann er í. Munurin á Høgna Hoydal og Uriasi er bara tann, at meðan Urias lat seg lokka at fara á útsetta postin á hermótinum, so hann skuldi falla, so er Høgni Hoydal borin út á uriaspostin eftir egnum ynski. 

Spurningurin er, um hann kemur livandi frá tí …

Ólavur Waag Høgnesen