Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gransking í ræsing kann leggja lunnar undir nýggja vinnu

Í røðu síni segði landsstýrismaðurin, at RÆST 2015 er startskotið til eina nýggja tíð í føroyskari matmenning. Ráðstevnan er fyrsta av sínum slagi, har granskarar leggja fram úrslit frá kanningum um ræsing. Økti vísindaligi áhugin fyri ræsing kann leggja lunnar undir nýggja ræsingarvinnur, eitt nú fiska kipsini, sum Leif Sørensen vísti fram á ráðstevnuni.

iNOVA og Invest in the Faroes skipa fyri RÆST 2015. Sí meir um ráðstevnuna her: http://inova.fo/default.asp?menu=123

Røðan hjá landsstýrismanninum:

Tað er mær ein heiður at bjóða vælkomin til hesa heilt serligu ráðstevnu, RÆST 2015.

So leingi sum vit vita um hava føroyingar ræsað og etið ræstan mat. Vit eru ikki bara vælsignaði við einum ríkum tilfeingi, men eisini við einum veðurlag, sum loyvir okkum at goyma matin, bara við at heingja hann upp.

Hetta er sjáldsamt, og vekir eisini ans í altjóða gourmetvinnununi, sum seinnu árini veruliga hevur tikið ræsta rákið til sín. Tí eru eisini fleiri útlendskir journalistar og granskarar eru bodnir til Føroyar hesar dagarnar, at kunna seg um føroyska matmentan, matmenning og føroyska biotøkniliga gransking.

Hendan ráðstevnan er serlig, tí hon er fyrsta av sínum slag, har granskarar leggja fram fyrstu úrslitini um, hvat í veruleikanum hendir tá ið vit ræsa. Hvørjar bakteriur gera arbeiðið, hvussu tær virka saman, og hvussu ræstur matur kann gagna sodningarlagið.

Økti vísindaligi áhugin fyri ræsing kann eisini leggja lunnar undir nýggja ræsingarvinnur í Føroyum, sum tær, ið Leif Sørensen fer at vísa okkum í dag.

Tosað verður eisini um møguleikan at ræsa aðrar vørur í Føroyum. Tað eru longu fleiri ár síðani, at Johan Mortensen byrjaði at gera sínar spennandi royndir við at ræsa skinkur og ost í samstarvi við útlendskar framleiðarar, og vónandi fer at eydnast okkum at fáa nógvar nýggjar føroyskar ræstar vørur á marknaðin.

RÆST 2015 er startskotið til eina nýggja tíð í føroyskari matmenning, har vit taka í nýtslu nýggja sensoriska kanningarstovu, ella við øðrum orðum eitt professionelt smakkipanel.

Í einum landi sum mest sum burtur av útflytir mat, er henda sansa-kanningarstovan harðliga tiltrongd, og eg ivist onga løtu í, at hon verður til hjálp og stimbran hjá teimum sum menna, framleiða og útflyta føroyskar matvørur.

Á hesari ráðstevnuni verður eisini høvi hjá framleiðarum og heilsumyndugleikum, at kjakast um avbjóðingar fyri løggilda framleiðslu av føroyskum mati. Støðið verður tikið í einari av avbjóðingunum fyri løggildari framleiðslu – tí heilsufrøðiliga góðkenda hjallinum.

Útoyggjafelagið, ið hevur staðið fyri hesum partinum, hevur biðið arkitektin Mayfinn Norðoy gera uppskot til eina loysn, sum ger at verandi hjallar kunnu verða løggildaðir.

Nógvir aðrir spurningar eru eftir at loysa, men vónin er at hetta samstarvið kann hjálpa til, at partarnir í størri mun koma úr skotgrøvunum, og heldur finna ítøkiligar loysnir í felag.

iNOVA er eftir mínum tykki tann upplagdi pallurin fyri slíkum samstarvi. Tí tú skalt leita leingi eftir einum umhvørvi sum sameinir so nógva fakliga og verkliga vitan um biotøkni, heilsu, heilsufrøðilig krøv og matmenning.

Í hesum umhvørvi, sum Vinnuframi hevur latið byggja, møtast okkara fremstu granskarar, okkara fremstu vinnufyritøkur og framskygdir og ágrýtnir íverksetarar.  Hetta hevur gjørt, at grundarlag hevur verið fyri at gera íløgur í kanningartól, sum eingin føroysk kanningarstova hevði sett seg fyri sjálv. Vit kunnu tí gera kanningar, sum neyvan høvdu verið gjørdar, um ikki iNOVA varð.

Men eins týdningarmikið er tað, at granskarar, etableraða vinnan og íverksetarar hittast óformliga í hesum umhvørvinum, og finna nýggj og spennandi øki at samstarva um, sum eingin hevði funnið upp á, hvør sær.

Við vón um at øll taka hetta nýggja vitanar og nýskapanarumhvørvið til sín, og at vit fáa tveir ógvuliga gevandi dagar, seti eg fyrstu ræsingarráðstevununa RÆST 2015

Takk fyri.