Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Færri umsóknir um granskingarstuðul enn áður

17. Feb 2016

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 26 umsóknir komnar inn. Tað er lægsta tal av umsóknum í nógv ár. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir.

les meir

Fleiri og enn bíligari flogferðir

16. Feb 2016

100.000 einvegis ferðaseðlar undir 1.000 krónur verða til taks á rutunetinum hjá Atlantic
Airways alt árið. Bíligasti ferðaseðilin eitur nú 699, og hann kann setast saman við dýrari
ferðaseðlum. Gran Canaria er nýtt ferðamál, og matur og sterkari drykkir verða framhaldandi
ókeypis á longri flogferðum. Á styttri flogferðum fáast matur og alkohol bíliga til keyps umborð.

les meir

Sambandsflokkurin tekur lógvatak saman við Vinstra-ráðharrum

16. Feb 2016

Sambandsflokkurin er mótvekt til loysingarrákið, og nú verða tøk tikin fyri at styrkja Ríkisfelagsskapin og samstarvið við Vinstra

les meir

Føroyskir krígsveteranar eiga ikki at detta niður ímillum

16. Feb 2016

Føroyskir krígsveteranar skulu hava somu hjálp sum danskir krígsveteranar. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi um føroyskar krígsveteranar, sum Annika Olsen, tinglimur Fólkafloksins, hevur sett honum.

les meir

Føroyska flaggið væl fyri á altjóða avrikstalvu

16. Feb 2016

Árliga avrikstalvan hjá International Chamber of Shipping er útkomin

les meir

Hjálpitóla- og endurvenjingarmiðstøðin flutt í nýggj hølir

15. Feb 2016

Móttøka var í fríggjadagin í sambandi við at nýggja hjálpitólar- og endurvenjingarmiðstøðin hjá Almannaverkinum er flutt í nýggj hølir. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt í sambandi hesa røðu:

les meir

“Mangir løkir smáir gera stórar áir”

15. Feb 2016

Ein morgun í fjør, tá ið Eydna Gregersen úr Sandavági lurtaði eftir útvarpinum, hoyrdi hon umboð fyri Krabbameinsfelagið greiða frá um Grannakaffi og helt beinanvegin, at hetta var eitt tiltak, ið hon kundi hugsað sær at verið vertur fyri. Tá ið hon segði hetta fyri manninum Atla, tók hann beinanvegin undir við tí. Tey kendu fleiri, ið høvdu stríðst við krabbamein, og mamma Eydnu var eisini vorðin frísk av krabbameini. Hugsanin hjá teimum var, at hetta skuldi verða ein vónríkur dagur samsvarandi virðunum hjá Krabbameinsfelagnum. Fyri ikki at koma tvørt fyri annað Grannakaffi tiltak seinnapartin, gjørdu tey av at hava sítt um morgunin. Eitt av fyribyrgjandi ráðunum hjá Krabbameinsfelagnum er rørsla, og tí gjørdu tey av at skipa fyri einum gongutúri úr Vatnsoyrum og heim til húsini í Sandavági, har tey búgva. Tey, ið ikki høvdu hug at ganga, vóru boðin til ein kaffimunn kl. 11.00.

les meir

Sakin má ganga umaftur

14. Feb 2016

David Wulf, løgmálaráðið: Sakin kann appelerast: Fáir føroyingar trúgva, at Pidda-málið fekk eina virðiliga og rættísa viðgerð, og ivast heldur ikki í, at ein mordari gongur leysur. Tað var tíðuliga sett út í korti, at kroatin skuldi vera syndabukkur, meðan tann, ella tey seku, skuldu ganga frí. Allir partar sýntust samdir um hesa gongdina, og soleiðis endaði tað við, at kroatin, uttan at hava viðgingið seg sekan í at hava dripið Pidda, kortini fekk dóm fyri hetta uppá 14 ár.

les meir