Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sakin má ganga umaftur

David Wulf, løgmálaráðið: Sakin kann appelerast: Fáir føroyingar trúgva, at Pidda-málið fekk eina virðiliga og rættísa viðgerð, og ivast heldur ikki í, at ein mordari gongur leysur. Tað var tíðuliga sett út í korti, at kroatin skuldi vera syndabukkur, meðan tann, ella tey seku, skuldu ganga frí. Allir partar sýntust samdir um hesa gongdina, og soleiðis endaði tað við, at kroatin, uttan at hava viðgingið seg sekan í at hava dripið Pidda, kortini fekk dóm fyri hetta uppá 14 ár.

Endurprentað grein úr Oyggjatíðindum, frá 4. januar 2013:

Tað, sum tey allar flestu hava bitið merki í, er, at verjin Annfinn Vitalis Hansen, ongantíð gav ákæranum, mótspæl til annars grovu ákærurnar í móti klienti hansara. Sambært heimildarmanni okkara, hevur advokaturin vart seg við, at hann hevur ikki heimild til annað enn tað, ákæruvaldið leggur fyri rættin.

Men hetta veit Vitalis ikki passar til annað, enn ta ætlan, ákæruvaldið alla tíðina hevur havt, at fremja karakter- og justitsmorð í móti kroatanum, fyri at sleppa øðrum av húkinum, og tað eydnaðis so eisini.

Vit kunnu nevna, at ákæruvaldið t.d. bara hevði telefonmastrakanningar av telefonunum hjá Pidda, og hjá kroatanum, meðan tað bevíst var gingið uttan um aðrar fartelefonir, sum vóru nógv meira áhugaverdar at kanna, men tað hevur Linde Hasselberg, ongan áhuga í.

DNA prógv frá øðrum persónum á vitalum lutum, høvdu ongan áhuga, um prógvini ikki høvdu beinleiðis nakað við kroatan at gera.

Vit skulu koma nærri inn á hesi viðurskiftir seinni, men tað, sum hevur fingið fleiri upp í gear, er, at serliga verjin, Annfinn Vitalis Hansen, alment hevur sagt, at hetta mál ikki kundi appelerast til hægri rætt. Tað einasta, sum kundi henda var, at kroatin – um hann ynskti tað, kundi kæra fyri at fáa revsingina niður, meðan skuldarspurningurin longu var avgreiddur.

Hetta hevur víst seg at vera tann reini heilaspuni, hevur Jóannes í Dali, heimildarfólk hjá Oyggjatíðindum, fingið váttað frá David Wulf, sum starvast á skrivstovuni fyri revsirætti hjá løgmálaráðnum.
Hansara frágreiðing er einføld:  I “kongeriget” Danmark har altid sikret en prøvelse af selve skyldsspørgsmålet ved 2 instanser. Og dette er også gældende for Færøerne.

So mikið segði David Wolf frá danska løgmálaráðnum og deildini fyri revsirætti. Hann bað heimildarfólk okkara um at senda ein skrivligan fyrispurning um hesar umstøður, so skuldi hann eisini fáa eitt skriftligt svar, og tað er eisini gjørt.

Samstundis hevur heimildarfólk okkara  søkt um innlit í dóms- ella rættarbókina, sum lýsir dómin av kroatanum.

Men fyribils er tað greitt, uttan at tað kortini enn er váttað á skrift, at verjin Annfinn Vitalis Hansen, sigur ósatt. Skulu vit taka David Wolf, frá løgmálaráðnum, í álvara, og tað er ongin orsøk til ikki at gera, so hevur hesin verjin logið føroyingar fullar um møguleikarnar hjá kroatanum.

Soleiðis, sum fleiri skilja støðuna, hevur verjin eggja kroatanum til at ikki at fara víðari við málinum, men hann hevur samstundis sett bremsuklossin á við at billa kroatanum inn, at hann kann ikki appelera sakina til hægri rætt.

Hetta er bara kollsvørt lygn, sambært Davidi Wolf, í løgmálaráðnum.

Tað, sum nú kann henda er, at nevningatingið í móti kroatanum má ganga umaftur, tí viðurskiftini formliga ikki hava verið í lagið. Okkara boð er, at allir partar hava vita, at soleiðis skuldi tað vera, tí tann seki var peikaður út frammanundan.

Hetta kann – um illa ber til, fáa verjan, sum forrestin hevur verið á dómaraskeiði í Eystara Landsrætti, at enda hinumegin rimarnar, verður tað prógvað, at hann hevur arbeitt í móti betri vitan.

Men hann verður so ikki einsamallur; tey verða fullmannaði til at spæla Svarta-Per.
Tað fáa vit so eitt svar uppá seinni.

-----------

Okkum vitandi, frættist ongantíð aftur frá David Wulf úr danska løgmálaráðnum.