Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hjálpitóla- og endurvenjingarmiðstøðin flutt í nýggj hølir

Móttøka var í fríggjadagin í sambandi við at nýggja hjálpitólar- og endurvenjingarmiðstøðin hjá Almannaverkinum er flutt í nýggj hølir. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt í sambandi hesa røðu:

Góða samkoma, leiðsla og starvsfólk í Almannaverkinum

Fyrst fari eg at nýta høvið til at takka fyri, at eg eri boðin við í dag, og fyri at eg kann siga nøkur orð á hesum stóra degi.

Nú vit standa í hesum stásiliga húsi, sum er gjørt til endamálið, og sum hevur alskyns hentleikar, sum eru neyðugur fyri at loysa uppgávuna – haldi eg, at vit kunnu staðfesta, at vit á almannaøkinum duga – og tora – at bróta upp úr nýggjum, tá tað kemur til at skipa okkara vælferðartænastur.

Í nýggju Hjálpar- og endurvenjingarmiðstøðini verða skipanin við hjálpartólum og endurvenjingartænstan hjá Almannaverkinum samantvinnað, og er hetta eitt satt nýtbrot í tí endurmenningartilgongdini, sum vit hava sett ferð á.

Skipanin við hjálpartólum er ein av okkara grundleggjandi vælferðarskipanum, og hevur Hjálpartólamiðstøðin, síðani hon var stovnað í 1988, havt ein týðandi leiklut, tá tað ræður um at raðfesta Føroyar sum eitt vælferðarsamfelag, har pláss er fyri bæði tær og mær.

Hvørt ár útvegar Hjálpitólamiðstøðin eina røð av tólum og lutum, sum kunnu hjálpa fólki við skerdum førleika, at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Tørvurin á hjálpitólum hevur víst seg at vera stórur, og í langa tíð hevur Hjálpitólamiðstøðin húsast í einum bygningi í Hoyvík.

Helst vóru umstøðurnar góðar, tá flutt var í hesi høli, og eg ivist onga løtu í, at bæði borgarar og starvsfólk hava havt nógvar góðar løtur í Hoyvík gjøgnum árini.

Men við tíðini er tørvurin nógv broyttur, og tí hevur verið neyðugt at fara undir at fáa nýggj høli til virksemið.

Við hjálpartólaframsýning og framkomnum royndarkøki, hevur Hjálpitólamiðstøðin nógv betri umstøður og meiri pláss til sítt virksemi, samstundis sum her er rúm fyri at víðka um virksemi, um tørvur verður á tí.

Umframt at hýsa hjálpartólum, kemur húsið eisini at verða karmur um ta endurvenjing, sum Almannaverkið í dag veitir borgarum.

Við at samla Hjálpitólamiðstøðina og endurvenjingina í einum og sama bygningi, ber betur til at veita eina effektiva tænastu til borgarar, sum hava tørv á hjálpitólum og endurvenjing, soleiðis at borgarin fær betur hjálp til størri sjálvbjargni. Hetta er nakað, sum vit sjálvandi fegnast um, og eg vóni, at tit sum koma at brúka húsið, fáa stórt gagn av hesum.

Tað er ongin loyna, at endurvenjing er eitt øki, sum eg sum landsstýriskvinna síggi stórar møguleikar í, og sum eg ætli mær at raðfesta komandi árini. Tí fegnist eg um, at ein arbeiðsbólkur í løtuni er í gongd við at kanna, hvussu vit kunnu skipa eina samanhangandi og samskipaða endurvenjing til borgarar í øllum aldri. Ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt í juni í ár.

Við góðum samstarvi millum Heilsu- og Innlendismálaráðið, Kommunufelagið og Almannamálaráðið náa vit eisini á mál við hesum arbeiðssetningi.

Eisini vil eg vísa á, at ein arbeiðsbólkur er settur til at orða ein tænastupolitikk til fólk við serligum avbjóðingum. Hesin arbeiðsbólkur hevur, sum nakað nýtt, fingið til uppgávu at kanna um viðlíkahaldsvenjing eisini skal verða ein partur av tænastuni hjá brúkarum á stovni.

Í dag eru vit vitni til eitt stórt framstig á leiðini til at kunna veita eina samanhangandi tænastu til borgaran, tí hesin stórbæri bygningurin, sum vit nú standa í, gevur nakrar heilt nýggjar møguleikar.

Virksemið í nýggju húsinum er spennandi – bæði tí talan er um at samskipa hjálpartól og endurvenjing – men eisini tí, at talan verður um eitt tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, har sosialráðgevar, ergoterapeutar, fysioterapeutar – og teknikarar í felag fara at loysa uppgávuna – sum er at veita borgarum við skerdum førleika møguleikar fyri at verða so sjálvbjargin og at fáa eitt so innihaldsríkt lív sum gjørligt.

Hølini eru klár - nú er tað so upp til tykkum starvsfólk at skapa innihaldið. Eg hava alla orsøk til at rósa tykkum fyri tykkara arbeiðið, tí eg veit, at tit hava bíðað longi eftir hesum møguleika og eg veit, at tit veruliga brenna fyri uppgávuni.

At enda vil eg fegin takka tykkum í Almannaverkinum fyri at gera eitt megnar arbeiði á hesum øki, og eg ynski tykkum til lukku við hesum stásiliga bygningi og blíðan byr framyvir.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna í almannamálum