Mentan
Longu nú eru avbjóðingar á verandi vegakervi
24. Apr 2018
Lat ongan iva vera um, at Innkomuvegurin er neyðugur, tí longu nú eru avbjóðingar á verandi vegakervi, og gerandismorgnar ganga bíðirøðirnar allan vegin úr Tórshavn og framvið Sandvíkarhjalla. Ein trokan í Tórshavn kann eisini hava við sær, at full nytta ikki fæst av tunlinum, tí spard koyritíð í tunlinum kann verða brúkt í bíðirøðum í Tórshavn, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann.
les meir
Heimsins størsta fiskavørumessa í Brussel hesa vikuna
24. Apr 2018
9 útflutningsfyritøkur luttaka á føroyska landabásinum
les meir
Kommuna í 100 ár, skapandi staður í 1000 ár
24. Apr 2018
Fuglafjørður liggur djúpt inni í einum væl vardum firði. Kringsettur av sjey høgum fjøllum liggur hesin lívligi, lítli býur við litføgrum húsum eftir fjallasíðunum og krokar rundan um ein vakran foss og ein fjálgan sand. Hetta hevur verið vælumtókt búpláss heilt aftur í forna tíð, tí her vóru allar fortreytir fyri búseting og menning: Náttúruhavn beint við bestu fiskimið, áarvatn, grønur bøur og góður sólargangur, hóast høg fjøll.
les meir
Álit viðv. klagu um vantandi innlit í eitt fylgiskjal til eina klagu, sum var send Mentamálaráðnum
24. Apr 2018
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Mentamálaráðið sýtti einum klagara innlit í eina frágreiðing, sum 3 journalistar høvdu sent ráðnum, tá teir klagaðu viðgerðina hjá Kringvarpsstýrinum av einum máli viðvíkjandi kringvarpsstjóranum.
les meir
Uppboðssølur av fiskirættindum 2018
24. Apr 2018
Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á uppboðssølu í 2018, skulu vera góðkend av Vørn. Persónar ella feløg verða biðin um seta seg inn í treytir fyri luttøku á uppboðssølum á heimasíðuni hjá Vørn á www.vorn.fo
les meir
Liðið hjá Allan Dal-Christiansen vann FM í bridge
23. Apr 2018
Seinasta umfar í FM fyri lið gjørdist sera spennandi. Áðrenn seinastu dystirnar var liðið hjá Símun bara 0,09 stig framman fyri liðið hjá Allan.
les meir
Framtakiđ krevur, at tingformađurin prógvar sítt uppáhald
23. Apr 2018
Framtakiđ fyri rættinum at velja kannabis, kann ikki hava sitandi á sær, at ein av stovnarunum í tinginum í gjár (hósdagin 19.04.2018) var ákardur fyri at hava ein "hóttandi atburđ"...
les meir
DNA-dagur í Perluni
23. Apr 2018
Flaggdagin, 25. apríl, verður eitt serligt DNA-tiltak í Perluni, ætlað bæði børnum og vaksnum. Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 16.
les meir
















