Mentan
Fjølbroytt plantuæti er av týdningi fyri veðurlagið
23. Apr 2018
Plantuæti hevur ein avgerandi leiklut fyri lívið í havinum og í stýringini av veðurlagnum á jørðini. Tá uppblómingin av plantuæti tekur av, søkka nógvar av kyknunum niður í dýpið og taka tá við sær kolevni, sum er bundið inn í kyknurnar við fotosyntesu.
les meir
Skriv viðvíkjandi klagu um Almannaverkið
22. Apr 2018
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt ein klagu um seina, óproffesionella og manglandi málsviðgerð hjá Almannaverkinum.
les meir
Vága Floghavn lækkar ferðafólkagjaldið 15%
22. Apr 2018
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur góðkent lækking í ferðafólkagjaldinum, sum nevnd og leiðsla í Vága Floghavn hava samtykt.
les meir
Føroyar í 1800-talinum lýstar úr fleiri sjónarhornum
22. Apr 2018
Í 2012 fóru granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum undir samstarv um verkætlan, sum skuldi lýsa Føroyar í 1800-talinum úr fleiri sjónarhornum. Gestur Hovgaard var verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir vóru Erling Isholm, Hans Andrias Sølvará, Mirjam Joensen og Rolf Guttesen
les meir
Pensjónsnýskipanin lønar spekulatión og ger mismun á føroyingum
21. Apr 2018
Pensjónsnýskipanin, ið hevur verið ávegis í longri tíð, er nú samtykt við aðru viðgerð. Sum ætlanirnar í nýskipanini eru lagdar fram av avvarandi landsstýriskvinnum, er hetta eitt frambrot fyri føroyska fólkapensjónistin. Hetta er tó ein sannleiki, við stórum avmarkingum. Verandi pensjónsskipan er, av sonnum sett soleiðis saman, at hon lønar spekulatión og ger stóran mismum á føroyingum.
les meir
Samdir um samstarv eftir Brexit
21. Apr 2018
Bretski fiskimálaráðharrin George Eustice var í morgun á fundi við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum. Teir umrøddu fyrst og fremst handilsviðurskiftini millum Føroyar og Bretland, nú Bretland er á veg úr ES.
les meir
ABC-samstarvið hevur fingið enn eina kommunu afturat sær
21. Apr 2018
Tvøroyrar kommuna samtykti í mars 2018, at tey ynsktu at gerast partur av samstarvinum í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta eru vit fegin um, og vit bjóða Tvøroyrar kommunu vælkomnum í samstarvið. Vit gleða okkum til at fylgja við, hvussu tey fara at seta átakið í verk og skapa karmar fyri betri sálarligum heilsuumhvørvi í kommununi. Bjarni Nyggard, ið er trivnaðarfólk í kommununi, verður ABC samskipari. Í Suðuroynni umboða bæði Vágs kommuna og Tvøroyrar kommuna ABC fyri sálarliga heilsu.
les meir
Lógaruppskot um einskiljing av Posta
21. Apr 2018
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag sent lógaruppskot um at fáa til vega heimild at einskilja P/F Postverk Føroya til hoyringar.
les meir
















