Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nummar eitt í FM í bridge fyri lið. Magni Jøkladalm Robert Langgaard, Eyðun Anthoniussen, Allan Dal-Christiansen (liðskipari) og Pól Egholm.
Mortan Sólheim Thomsen vantar á myndini.

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen vann FM í bridge

Seinasta umfar í FM fyri lið gjørdist sera spennandi. Áðrenn seinastu dystirnar var liðið hjá Símun bara 0,09 stig framman fyri liðið hjá Allan.

Liðini hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen, Robert Langgaard og Mortan Sólheim Thomsen) og Símuni Lassaberg (Rói á Rógvi Joensen, Árni M. Dam, Balle Mohr) hava ligið í oddinum alla kappingina, tó hevur liðið hjá Símuni ligið fremst.

Men í seinasta dystinum í vann liðið hjá Allan seg fram á fyrsta pláss við einum stórum sigri á liðnum hjá Øssuri Winthereig, meðan liðið hjá Símun eitt sindur óvæntað tapti fyri liðnum hjá Høgna Jacobsen.

Samstundis vann liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg) seg fram um liðið hjá Símun, so Bogi endaði á øðrum plássi.

Myndatekstur:

Nummar eitt í FM í bridge fyri lið. Magni Jøkladalm Robert Langgaard, Eyðun Anthoniussen, Allan Dal-Christiansen (liðskipari) og Pól Egholm. 
Mortan Sólheim Thomsen vantar á myndini.