Mentan
Nytra av stórum toski
02. Mai 2018
Havstovan hevur fingið eina nytru av einum sera stórum toski úr Barentshavinum.
les meir
Ráðstevna um ábyrgdarfulla og burðardygga ferðavinnu
02. Mai 2018
West Nordic Studies á Fróðskaparsetur Føroya skipar, saman við Uttanríkis og vinnumálaráðnum, Hugskotinum, Ferðavinnufelagnum og Visit Faroe Islands, fyri ráðstevnuni Responsible Tourism, ið verður 24-25 mai 2018, í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.
les meir
Lívgandi rammur ella kvalandi reguleringar
01. Mai 2018
Ikki hoyrist nógv um hvat ið ætlanin er fyri fiskivinnuna hóast nýggja og umfatandi lóggávu — hurlivasi valdar framvegis í spurninginum um hvat vit vilja við hesari vinnu, og lítið og einki sæst til ábendingar um veruligar málsetningar.
les meir
Almenn móttøka á Føroyamálsdeildini
01. Mai 2018
Almenn móttøka mikudagin 2. mai í sambandi við at Føroyamálsdeildin letur talgild søvn upp.
Á Føroyamálsdeildini er nógv tilfar savnað. Søvnini eru vorðin til í sambandi við orðabókararbeiði, kanningar av málførum úti um landið, skjalfesting av staðanøvnum og fólkamentan, harímillum eisini tónleikaligum siðaarvi sum kvæðum, skjaldrum og andaligum vísusangi.
les meir
Hey vann útboð hjá Landsverk
01. Mai 2018
Landsverk hevur gjørt avtalu við Hey sum fjarskiftisveitara næstu 3 árini, eftir at telesamskiftið hjá stovninum herfyri varð sett í alment útboð. Talan er ikki bert um telefon og breiðbandstænastur, tí umframt vanliga telesamskifti hevur Landsverk serligan tørv á sambandi til eitt nú aldumátarar úti á havinum, veðurstøðir og vevmyndatól. Harafturat hevur Landsverk serliga høg krøv til dekning kring alt landið.
les meir
Tríati og sukursjúka
01. Mai 2018
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fyllir í hesum døgum tríati. Vit fara at hátíðarhalda tað við at koma við góðum tíðindum til Føroya fólk: Títtleikin av typu 2 diabetes ella gamlamanna sukursjúku er áleið tann sami sum í hinum Norðanlondunum og lægri enn miðaltøl fyri heimin allan sambært WHO – nevniliga 6,6 % av teimum millum 20 og 79 ár hava diabetes í Føroyum. Sambært okkara kanningum veit bert ein triðingum av teimum, sum hava sukursjúku í Føroyum enn ikki av tí og søkja sær tí ikki heiliráð – og hetta er ein minni partur av fólkinum enn aðrastaðni.
les meir
Havstovan fingið stuðul til streymmátingar eitt ár afturat
30. Apr 2018
Havstovan søkti í vetur um fígging frá Dancea grunninum hjá Energistyrelsen í Danmark til at halda fram við týdningarmiklu mátingunum av Føroyastreyminum og rákinum í Bankarennuni. Energistyrelsen hevur nú játtað 800.000 kr til hesar mátingar.
les meir
Grein um trolaramenn og strongd
30. Apr 2018
Í nýggjari grein um kanning av strongd hjá føroyskum trolaramonnum í Barentshavinum, kemur fram, at arbeiðið er ikki strongdarelvandi, men heldur hinvegin.
les meir
















