Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn móttøka á Føroyamálsdeildini

Dan Klein --- 01.05.2018 - 07:05

Almenn móttøka mikudagin 2. mai í sambandi við at Føroyamálsdeildin letur talgild søvn upp.
Á Føroyamálsdeildini er nógv tilfar savnað. Søvnini eru vorðin til í sambandi við orðabókararbeiði, kanningar av málførum úti um landið, skjalfesting av staðanøvnum og fólkamentan, harímillum eisini tónleikaligum siðaarvi sum kvæðum, skjaldrum og andaligum vísusangi.

TÍÐINDASKRIV FRÁ FØROYAMÁLSDEILDINI Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA

Nógv av hesum tilfari hevur bert verið tøkt í einum eintaki ella á viðbreknum miðlum, sum ikki hava tolt at verið handfarnir meira enn hægst neyðugt. Seinnu árini hevur deildin arbeitt miðvíst við at talgilda tilfarið, og tað hevur latið upp fyri nýggjum møguleikum at miðla tilfarið alment.

Mikudagin 2. mai letur ein heimasíða upp, har til ber at leita í tveimum av søvnunum á Føroyamálsdeildini: Orðaseðlasavninum og bandasavninum. 

Orðaseðlarnir ganga aftur til tíðina, tá Christian Matras savnaði føroysk orð í starvi sínum á universitetinum í Keypmannahavn. Tá ið hann tók við starvi sum professari á Fróðskaparsetrinum í 1965, hevði hann orðaseðlarnar heim við sær, og við árunum løgdust nógvir seðlar afturat. Orðaseðlarnir eru skannaðir og skrásettir við leitorði, so til ber at finna fram til heimildir, sum orðabókafrágreiðingar byggja á. Í flestum førum er talan um einfalda staðfesting av, at eitt orð hevur verið brúkt í ávísum samanhangi, men í summum førum kunnu hesir seðlar innihalda upplýsingar, sum ikki eru at finna í orðabókunum. 

Bandasavnið var grundað við upptøkum, sum Mortan Nolsøe hevði við sær, tá ið hann varð settur í starv á Føroyamálsdeildini í 1972. Millum upptøkurnar í savninum eru eisini avrit av upptøkum, sum aðrir stovnar hava gjørt í Føroyum, harímillum Dansk folkemindesamling og svenska útvarpið. Elstu upptøkurnar eru frá 1902, tá ið Hjalmar Thuren vitjaði í Føroyum og kannaði føroyska sangmentan. Enn er ikki komið á mál við at talgilda allar upptøkur, men hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í 2019. So hvørt sum tilfarið verður talgilt, verður tað lagt út á heimasíðuna, um innsavnari og heimildarfólk geva tilsøgn til tess. 

Í sambandi við at nýggja heimasíðan letur upp, verður almenn móttøka í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini kl. 15 mikudagin 2. mai. Á móttøkuni verður greitt frá søvnunum og arbeiðinum við at talgilda tey. Bólkurin Kata fer at framføra nøkur løg, sum hava støði í siðbundnum tilfari, og deildin bjóðar okkurt lætt til góman.