Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hey vann útboð hjá Landsverk

Dan Klein --- 01.05.2018 - 06:58

Landsverk hevur gjørt avtalu við Hey sum fjarskiftisveitara næstu 3 árini, eftir at telesamskiftið hjá stovninum herfyri varð sett í alment útboð. Talan er ikki bert um telefon og breiðbandstænastur, tí umframt vanliga telesamskifti hevur Landsverk serligan tørv á sambandi til eitt nú aldumátarar úti á havinum, veðurstøðir og vevmyndatól. Harafturat hevur Landsverk serliga høg krøv til dekning kring alt landið.

- Í útboðnum vektaði prísurin mest, meðan dekningur og TotalView íbinding vigaðu ein part, og tað var Hey, sum átti besta tilboðið, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Endamálið við útboðs- og keypspolitikkinum hjá Landsverki er at spara pengar og samstundis stimbra kappingina á privatu vøru- og tænastumarknaðunum. Henda útbjóðingin er eitt gott dømi um, at tað loysir seg væl at hava almenna útbjóðing av vørum og tænastum, sigur Ewald Kjølbro.

- Vit fegnast um, at Landsverk valdi okkum sum veitara, sigur Sigtór Andreassen, vinnukundastjóri á Hey. Hetta vísir at kappingin á føroyska telemarknaðinum virkar og kemur øllum til góðar. Landsverk er ein sera krevjandi kundi og tí fegnast vit almikið um at stovnurin hevur valt okkum sum veitara. 

Avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum, Hey, eigur og rekur egið 3G og 4G net, ið fevnir um alt Føroyar umframt sjóøkið út á 60 fjórðingar. Hey ger á hvørjum ári millióna íløgur í at menna netið fyri at nøkta vaksandi tørvin á telesamskifti til bæði fólk og tól.