Mentan
Fólkaflokkurin forsømdi farleiðina Norður um Fjall í 20 ár
03. Jul 2018
Tunlarnir norður um Fjall hava verið eitt forsømt øki hvørt einasta ár , meðan Fólkaflokkurin sat við valdið, - í eini 20 ár á rað. Ikki eitt oyra untu tey hesum øki, meðan tey høvdu møguleikan.
les meir
Systemiski buffarin hjá peningastovnunum upp á 3%
02. Jul 2018
Danski vinnumálaráðharrin fylgir tilmælinum frá danska váðaráðnum frá apríl í ár, um at økja systemiska buffaran hjá føroysku peningastovunum upp í 3% frá 1. januar 2020.
les meir
Hjálpartól gera mun
02. Jul 2018
Høvuðsniðurstøðan av kanning hjá Turið Jacobsen, ergoterapeuti, er at “einføld” hjálpartól kunnu gera tað gjørligt hjá eldri menniskjum at gera gerandisaktivitetir, tá kropsligu førleikarnir versna. Turið Jacobsen gjørdi kanningina í sambandi við Masteruppgávu sína í heilsuvísindum. Verkætlanin varð stuðlað av Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.
les meir
Vón fyri framman
01. Jul 2018
Í farnu viku setti eg landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum ein fyrispurning um stjóralønirnar á almennum stovnum og í almennu partafeløgunum. Nú er vón fyri framman, tí landsstýriskvinnan vísir í svari sínum á, at nú verður farið undir at eftirhyggja hendan partin. Mín vón er, at vit skjótast gjørligt fáa broytt lønarskipanina, soleiðis at tað í framtíðini verður púra óhugsandi, at almennir stjórar mánaðarliga forvinna á leið eina ársløn hjá einum vanligum arbeiðara.
les meir
Fundur í Føroya váðaráðið, 25. juni 2018
01. Jul 2018
Vøksturin í sethúsaprísunum seinastu árini, serliga í miðstaðarøkinum, krevur ansni. Enn eru ikki beinleiðis tekin um systemiskar váðar í føroyska fíggjarkervinum, men megnar útboðið av bústøðum ikki at fylgja við eftirspurninginum, halda sethúsaprísirnir á at vaksa, og hetta kann ávirka reala búskapin og fíggjarliga støðufestið. Meirrentan á nýútlánum er lækkandi, og hetta er tekin um økta kapping ímillum peningastovnarnar um útlánini. Almenni geirin hevur lutfalsliga stór innlán í føroysku peningastovnunum, og hetta er ein møguligur váði, sum Føroya váðaráð fer at kanna gjølligari.
les meir
Ferðin til París er byrjað
01. Jul 2018
Hósdagin 28. juni, fór Team Rynkeby Føroyar við Norrønum til Danmarkar haðani tey skulu súkkla longu leiðina til París.
les meir
Landsverk útbygt Føroyar í sjeyti ár
01. Jul 2018
ÁRSFRÁGREIÐING: Tá Landsverk varð sett á stovn fyri sjeyti árum síðani, var tað við einum greiðum málsetningi um at fáa gjørt eitt føroyskt infrakervi, sum kundi leggja lunnar undir eitt meira nýmótans samfelag. At Landsverk hevur megnað at loyst hesa uppgávu, og at málsetningurin er náddur, munnu fá ivast í longur. Millum annað hetta og mong onnur evni eru at lesa um í ársfrágreiðingini undir heitinum “Landsverk sjeyti”, sum júst er komin út.
les meir
Hvat sigur tú, havbit?
30. Jun 2018
Fiskivinna og alivinna hava báðar sum felags mál at útvega proteinríkan fisk til svangar magar, hóast talan er um rættiliga ymiskar vinnur; men nú vilja føroyingar eisini umhugsa ein millumveg, ið bæði umfatar aling og fiskarí: havbit.
les meir
















