Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur í Føroya váðaráðið, 25. juni 2018

Vøksturin í sethúsaprísunum seinastu árini, serliga í miðstaðarøkinum, krevur ansni. Enn eru ikki beinleiðis tekin um systemiskar váðar í føroyska fíggjarkervinum, men megnar útboðið av bústøðum ikki at fylgja við eftirspurninginum, halda sethúsaprísirnir á at vaksa, og hetta kann ávirka reala búskapin og fíggjarliga støðufestið. Meirrentan á nýútlánum er lækkandi, og hetta er tekin um økta kapping ímillum peningastovnarnar um útlánini. Almenni geirin hevur lutfalsliga stór innlán í føroysku peningastovnunum, og hetta er ein møguligur váði, sum Føroya váðaráð fer at kanna gjølligari.

Sethúsamarknaðurin
Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu fimm árini. Vøksturin í føroyska búskapinum, fólkatilflytingin og lága rentan hava verið við til at stuðla upp undir hesa gongd. Prísvøksturin hevur serliga gjørt seg galdandi fyri sethús í miðstaðarøkinum. Miðal søluprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er í dag meira enn hálva aðru millión krónur hægri enn fyri eini sethús á bygd. Longu í 2016 kom miðal sethúsaprísurin í Tórshavn upp um prísleguna, ið var undan fíggjarkreppuna.

Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er vaksandi, men lágur. Fram til fíggjarkreppuna var stórur vøkstur í útlánunum, hóast hann ikki var eins stórur sum áðrenn kreppuna í 90’unum. Síðan 2009 hevur útlánsvøksturin verið lágur søguliga sæð. Høgi búskaparligi vøksturin, ið hevur verið síðan 2013, kann tí ikki sigast at vera fíggjaður av kredittveiting frá teimum føroysku peningastovnunum.

Hóast sethúsaprísirnir eru øktir seinastu árini, eru innlánini hjá húsarhaldunum í føroysku peningastovnunum økt meira enn útlánini. Innlánini hjá føroysku húsarhaldunum eru frá september 2013 til mars 2018 økt 30%, og útlánini eru økt 19% í sama tíðarskeiði.

Hóast tað ikki enn eru beinleiðis tekin um systemiskar váðar í føroyska fíggjarkervinum, er tað ikki ósannlíkt, at váðar kunnu koma á sethúsamarknaðinum. Um útboðið av bústøðum ikki megnar at fylgja við vaksandi eftirspurninginum, halda sethúsaprísirnir á at vaksa. Vøkstur í sethúsaprísum rakar serliga tey, ið skulu ogna sær ein bústað á fyrsta sinni. Fara sethúsaprísirnir í staðin at lækka, kann gongdin í reala búskapinum gerast óstøðugari, og hetta kann ávirka fíggjarliga støðufestið.

Bankalán fram um realkredittlán
Útlán til sethúsafígging verða nú í størri mun veitt húsarhaldunum sum vanlig sethúsalán við broytiligari rentu úr føroysku peningastovnunum, heldur enn sum donsk realkredittlán. 
Seinastu fýra árini eru sethúsalánini úr føroysku peningastovnunum økt 19%, og sethúsafígging úr donskum realkredittstovnum er lækkað 13% í sama tíðarskeiði.

Meirrentan í mun til tjóðbankarentuna er lækkandi, og hetta er tekin um økta kapping millum føroysku peningastovnarnar um útlánini.

Innlán hjá almenna geiranum
Ultimo apríl 2018 hevði almenni geirin innlán svarandi til umleið 2,8 milliardir krónur í føroysku peningastovnunum. Almenni geirin fevnir um almenn partafeløg, almenn fíggjarlig feløg, land, kommunur, almennar grunnar og sosialar grunnar. Frá september 2013 til apríl 2018 hava innlánini hjá almenna geiranum verið umleið 12-16% av samlaðu innlánunum. Hetta sambandið millum almenna geiran og føroysku peningastovnarnar kann økja um váðan, um búskapurin kemur undir trýst. Føroya váðaráð fer at kann henda váðan gjølligari.