Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaflokkurin forsømdi farleiðina Norður um Fjall í 20 ár

Dan Klein --- 03.07.2018 - 08:00

Tunlarnir norður um Fjall hava verið eitt forsømt øki hvørt einasta ár , meðan Fólkaflokkurin sat við valdið, - í eini 20 ár á rað. Ikki eitt oyra untu tey hesum øki, meðan tey høvdu møguleikan.
 
Men nú, tey við vissu vita, at hendan samgongan raðfestir økið, látast tey at vilja hesum tunlum væl og koma við uppskotum uppá kvamsvís. Fyri líkasum í eini roynd at yvirhála samgonguna. 
Andstøðan veit, at hendan samgongan er farin í holt við Hvalbiartunnilin. Næst á skrá eru tunlarnir norð um Fjall. 

Vit kunnu ikki gera allar tunlarnar í senn. Vit hava eisini ein búskap at verja, og tí mugu vit raðfesta. 
Álvaratos, í staðin fyri at látast at vilja økinum norðanfyri væl, áttu tit at biðið økinum um umbering fyri førsømt arbeiði, fyri tey árini tit høvdu møguleikan at gera nakað. 

Og so kundu tit annars knýtt tykkum at ætlanunum hjá samgonguni, og soleiðis tryggja tykkum ávísan ognarskap í verkætlanini, tá ið tað um nøkur ár verður koyrandi gjøgnum teir báðar hart tiltrongdu nýggju tunlarnar norð um Fjall.

Annita á Fríðriksmørk