Undirveitari til Glasir farin á húsagang
03. Mai 2016
VERKÆTLAN: Ein undirveitari hjá donsku arkitektafyritøkuni BIG, sum hevur teknað og er heildarráðgevi í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, er farin av knóranum. Enn ber ikki til at siga, um hetta fær nakra ávirkan á byggingina av Glasi, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2017.