
Samlaðu útreiðslurnar til húsaleigu 42,3 mió kr. árliga
Henrik Old, landsstýrismaður svarar upp á skrivligan fyrispurning nr. 45/2015 eftir tingskipanini § 52a, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um almennar húsaognir kring landið
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landstýrismaðurin upplýsa fermetratalið á almennum húsaognum við virksemi, býtt á tær seks sýslurnar í Føroyum?
2. Samlaða fermetratalið á leigaðum húsaognum, nýttar til alment virksemi, og leiguútreiðslurnar, sum tað er í hvørjari av teimum seks sýslunum?
3. Fermetratalið á sjálvsognarstovnum í sýslunum, har landið rindar kostnaðin?
Svar
Til spurning 1
Landsins bygningar, eini 185 í tali, fevna um 234.200 fermetrar samanlagt. Fermetrar lutaðir út á sýslur í Føroyum, eru soleiðis:
Suðuroy 15.764
Sandoy 830
Vágar 512
Streymoy 184.340
Eysturoy 5.740
Norðoyggjar 27.014
Bygningarnir verða búktir til skrivstovur, skúlar, sambýli, sjúkrahús, smiðjur, søvn, goymslur og annað. Í einstøkum bygningum er lítið virksemi.
Til spurning 2
Sambært leiðslukunningarskipanini eru samlaðu útreiðslurnar til húsaleigu 42,3 mió kr. árliga. Landsverk arbeiðir við málinum um at skráseta allar leigusáttmálar landsins.
Til spurning 3
Samlaða fermetratalið er 14.079 á sjálvsognarstovnum, har landið rindar kostnaðin. Hetta eru sambýli kring landið. Hetta er partur av bygningshópinum, sum Landsverk varðar av.
Tinganes, 29. apríl 2016
Henrik Old
landsstýrismaður