
Elsa Johanna sett sum nýggjur starvsfólkaleiðari
Tórshavnar kommuna hevur sett Elsu Johannu Høgenni í starv sum starvsfólkaleiðara í Tórshavnar kommunu. Elsa Johanna er útbúgvin vinnulívsløgfrøðingur og skrivar í løtuni høvuðsuppgávu í MA í lóg á Fróðskaparsetrinum.
Elsa Johanna hevur drúgvar royndir sum starvsfólkaleiðari, deildarleiðari og verkætlanarleiðari. Hon hevur m.a. starvast sum verkætlanarleiðari í Føroya Banka, sum starvsfólka- og umsitingarleiðari hjá Landsverk, sum lærari í vinnurætti, sølubúskapi og virkisbúskapi á Handilsskúlanum og sum ráðgevi innan HR hjá Input.
Elsa Johanna fær ábyrgd av størsta starvsfólkahópi í Føroyum. Hon byrjar í starvinum tann 01. juni 2016.
Hon er her avmyndað saman við kommunustjóranum Bjørgfríð Ludvig og fyrisitingarstjóranum, Ingunn Eiriksdóttir.