Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Nógv hýsa á Føroyabanka, men framvegis lítið av toski

14. Sep 2018

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka um heystið, har 29 trolhál á ein tíma verða tikin. Tað var nógv til av hýsu, líka nógv sum metárið 2002 og var hetta hýsa í øllum støddum. Tað var framvegis lítið til av toski.

les meir

Fiskaaling fer undir at kanna sjósíl

14. Sep 2018

GRANSKING: Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling er tí farið undir eina verkætlan sum lið í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina.

les meir

Havstovan vertur fyri ICES fundi í Føroyum

14. Sep 2018

Mánaðarskiftið august - september var Havstovan vertur fyri árliga ICES-arbeiðsbólkafundinum um uppsjóvarfisk. Umleið 35 granskarar úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Russlandi, Danmark, Bretlandi, Írlandi, Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi, Spania og Portugal luttóku á fundinum, har stovnsmetingar vóru gjørdar fyri m.a. norðhavssild, makrel og svartkjaft.

les meir

Ptal/Cpr hevur einki við samband/loysing at gera

13. Sep 2018

Endamálið við at fáa eitt p-tal sum virkar í bæði føroysku og donsku heilsuskipanini er at tryggja, at allir upplýsingar um sjúkugongdina hjá føroyskum sjúklingum eru atkomuligir har teir skulu brúkast.

les meir

Springari er ikki føroyskur gerandismatur

13. Sep 2018

Fyrr í vikuni vórðu 200 springarar hildnir til í Hvalvík, og nógv kjak hevur tikið seg upp um hettar.

les meir

ÍSF í samstarvi um ABC fyri sálarliga heilsu

13. Sep 2018

Tú kanst styrkja tína sálarligu heilsu. Fólkaheilsuráðið stendur fyri ABC fyri sálarligu heilsu, ið er ein verkætlan, sum er grundað á gransking. Endamálið við verkætlanini er at gera fólk varug við, at tað ber til at styrkja sálarligu heilsina hjá sær sjálvum og øðrum.

les meir

Donsk CPR-nummur til allar føroyingar

12. Sep 2018

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur spurt Ríkisumboðið:

les meir

Faðirin at rokki heiðraður í Reinsarínum

12. Sep 2018

Vit heiðra Chuck Berry við konsert og frásøgu í Reinsarínum 13. september kl. 20.00.

les meir