![](/myndir/myndin-17166_r_705_0.jpg)
Donsk CPR-nummur til allar føroyingar
Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur spurt Ríkisumboðið:
-
Eru tað nakrar tøkniligar og/ ella løgfrøðiligar forðingar fyri, at føroyingar,
frá føðing, fáa eitt danskt CPR-nummar afturat tí føroyska p-talinum?
Viðmerkingar
Frá tí
føroyska sjúkrahúsverkinum eru vit vitandi um, at donsku sjúkrahússkipanirnar,
sum vit eru knýtt at, brúka donsk CPR-nummur. Hetta hevur við sær trupulleikar
í mun til upplýsingar og viðgerð av føroyskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum.
Tá
føroyska sjúkrahúsverkið hevur eitt sera umfatandi samstarv við donsk
sjúkrahús, er hetta ikki nøktandi og skapar ein ótryggleika.
Tí verður
hesin fyrispurningur settur, verður sagt í viðmerkingunum.
Sambandsflokkurin