Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÍSF í samstarvi um ABC fyri sálarliga heilsu

Dan Klein --- 13.09.2018 - 08:15

Tú kanst styrkja tína sálarligu heilsu. Fólkaheilsuráðið stendur fyri ABC fyri sálarligu heilsu, ið er ein verkætlan, sum er grundað á gransking. Endamálið við verkætlanini er at gera fólk varug við, at tað ber til at styrkja sálarligu heilsina hjá sær sjálvum og øðrum.

ABC er upprunaliga ein verkætlan úr Avstralia. ABC stendur fyri Act-Belong-Commit. Á føroyskum verða heitini Ver Virkin, Ver Saman og Ver Hugbundin nýtt.

ÍSF er ein av mongu samstarvsfelagunum og í farnu viku var fundur millum ÍSF og Fólkaheilsuráðið um endamálið við verkætlanini.