Mentan
Førarakort til vinnuliga koyring uttanlands kann nú umbiðjast í Føroyum
30. Nov 2018
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur, at Samferðslumálaráðið í fleiri ár hevur arbeitt við at fáa eina loysn í lag við donsku myndugleikarnar fyri at gera tað meira ómakaleyst hjá teimum, sum hava brúk fyri einum førarakorti til vinnuliga koyring uttanlands, og er hetta nú endiliga komið upp á pláss.
les meir
Jólahugnin stuðlar Barnabata
30. Nov 2018
Seinnapartin sunnudagin er árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini í Havn, og hesaferð fær Barnabati allan ágóðan frá tiltakinum
les meir
So skjótt kunnu manningarnar sita við Svarta Per
30. Nov 2018
Manningarnar á fiskiskipum kunnu skjótt koma illa fyri nú fiskirættindi ikki longur eru knýtt at skipum men heldur ‘rættindahavarum’ — fyritøkum á landi, ið ikki neyðturviliga eiga ella reka skip — meðan sáttmálarnir eru við reiðararnar.
les meir
Glasir ein íløga í okkara ungdóm
29. Nov 2018
Negativu søgurnar um Glasir síggja út til ongan enda at fáa og kappast verður nú um politiskt, hvat møguliga er fari skeivt fram og ikki minst, hvør skal krossfestast. Vit gloyma í øllum hesum politiska retorikkinum, at tað eru næmingar, sum eru ógvuliga glaðir og stoltir av at ganga á skúlanum og tí ikki fáa henda kritikk at passa við, hvat teir sjálvir hava av positivum upplivilsum á skúlnum. Lat okkum nú gera skúlan lidnan og fáa skjótt greiðu á, hvat er hent við byggileiðslu, stýring og eftirliti - vit kunnu ikki liva við framhaldandi negativari umtalu
les meir
“Øll hava rætt til góð barnaár” fær kr. 206.000 frá Jólamerkjagrunninum
29. Nov 2018
Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur Jólamerkjagrunnurin gjørt av at lata verkætlanini “Øll hava rætt til góð barnaár” kr. 206.000 í stuðli.
les meir
Jólaskráin í Brekkutúni
29. Nov 2018
Sunnudagin 2.desember eru jólaminnir, endurnýtsla, søgufrásøgn, heimagjørdar jólagávur og samvera millum ættarlið í hásæti á Tjóðsavninum.
les meir
Mørk og vegir millum vísindi og list
29. Nov 2018
Almenn ráðstevna um útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya í døgunum 6. og 7. desember
les meir
Markleyst vitloysi
28. Nov 2018
Úr arkivinum: Loysingar-politikkur í 1940-árunum. Páll Poulsen, ummælir í Oyggjatíðindi 16. mai 2014.
les meir
















