Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mørk og vegir millum vísindi og list

Almenn ráðstevna um útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya í døgunum 6. og 7. desember 

Fyrireikingarnar til eina útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum eru komnar væl áleiðis. Fyri at gera vart við hugsanir, sum eru knýttar at einari slíkari útbúgving, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennari ráðstevnu við heitinum “Mørk og vegir millum vísindi og list”. 
 
Evnið á ráðstevnuni verður í fyrra lagi, hvussu listaligt og vísindaligt arbeiði á ymsan hátt kunnu umskarast og ávirka hvørt annað. Í øðrum lagi verður spurt, um arbeiðshættirnir í vísindum og list eru fullkomiliga ymiskir, sum olja og vatn, og ikki kunnu renna saman. 

Undir hesum yvirskipaða evni eru knýttir spurningar um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti/kenslum til liðugt listaverk. 

Hugt verður eisini eftir, hvønn leiklut ein útbúgving í listaligum arbeiði kann fáa í samfelagsligum høpi. 

Umframt føroysk listafólk og granskarar luttaka Ursula Andkjær Olsen, yrkjari og rektari á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, Rolf Hughes, sum starvast á universitetinum í Newcastle og hevur ein ph.d. í creative writing frá University of East Anglia, Ivar Frounberg, komponistur og í mong á professari á Norges Musikkhøgskole í Oslo. 

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at siga frá luttøku. Freistin fyri tilmelding er 4. 
desember, og tilmelding fer fram her . Kaffi, te, vatn og okkurt lætt til matna verður at fáa.
 
Stað: Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15