Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Glasir ein íløga í okkara ungdóm

Negativu søgurnar um Glasir síggja út til ongan enda at fáa og kappast verður nú um politiskt, hvat møguliga er fari skeivt fram og ikki minst, hvør skal krossfestast. Vit gloyma í øllum hesum politiska retorikkinum, at tað eru næmingar, sum eru ógvuliga glaðir og stoltir av at ganga á skúlanum og tí ikki fáa henda kritikk at passa við, hvat teir sjálvir hava av positivum upplivilsum á skúlnum. Lat okkum nú gera skúlan lidnan og fáa skjótt greiðu á, hvat er hent við byggileiðslu, stýring og eftirliti - vit kunnu ikki liva við framhaldandi negativari umtalu

Glasir er ein fantastiska vakur og vælvirkandi skúli - eitt sera flott bygningsverk og eitt prýði fyri okkara land og okkara høvuðsstað. 

Glasir er ein framtíðar íløga í okkara ungdóm - ein íløga, har 1.200-1.500 næmingar fáa undirvísing og læring.

Skúlin skal komandi árini uppbyggja og klekja túsundvís av næmingum til víðari lestur, til lærlingar o.a. Hesir fara á víðari lestrarleiðini at gerast kompetent arbeiðsmegi, bæði í Føroyum og runt um í heiminum. Ein grundarsteinur í okkara vælferðarsamfelag.

Verður henda íløga uppá umleið 600 mió. kr. avskrivað yvir 30 ár, so svarar tað til 20 mió. kr. árliga í avskrivingum. At gera íløgu í ein skúla fyri einar 600 mió. kr. stendur enntá ikki mát við risa íløgur í tunlar fyri einar 2,5 milliardir komandi árini.

Tí mugu ikki gerast sparingar og skerjingar í byggiverkætlanini, sum minka um nyttuvirðið av skúlanum - og verða til óbótaligan skaða fyri virksemi í framtíðini. Vit kappast eisini í Føroyum við aðrar miðnámsskúlar, eitt nú í Danmark.

Talan er um ein risa skúla eftir okkara mátistokki og gjørdar vórðu umfatandi og drúgvar fyrireikingar til verkætlanina. Politiska skipanin kann ikki siga seg heilt reina fyri ikki at hava gjørt nakrar feilir í viðgerðini, heilt frá byrjan av. 

Hinvegin er tað sera týdningarmikið, at tann peningur, sum Løgtingið játtar og markar til endamálið, eisini verður brúktur til tað, og vanta pengar, ja so mugu tey, sum skipa fyri venda aftur til Løgtingið.

Tað er stuttligt at hava tveir synir á Glasi, sum stórtrívast á hesum skúla. Eg eri stoltur hvønn morgun, tá eg síggi okkara dugnaliga og hartarbeiðandi ungdóm fara inn í henda skúla at menna sínar fakligu, persónligu og sosialu førleikar.
Lat okkum verða góð við bæði Glasir og okkara næmingar. 

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin