Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

ÍSF heiðrar ítróttin fríggjadagin

31. Jan 2019

Fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16.00 skipar ÍSF fyri tiltaki í Smæruni at avdúka Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen. Endamálið er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.

les meir

Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Strandfaraskip Landsins

31. Jan 2019

Hósdagin tann 17. januar 2019 var landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, og partur av umsitingini á vitjan hjá Strandfaraskip Landsins á Tvøroyri. Endamálið við hesi vitjan var at fáa høvi til at heilsa uppá starvsfólkini og eisini at fáa størri innlit í dagliga virksemið hjá stovninum. Við umleið 210 starvsfólkum er Strandfaraskip Landsins ein stórur stovnur og hevur eisini ein tann størsta leiklutin í okkara samferðslu. Tískil var upplagt at seta tíð av til at vitja henda sera týdningarmikla stovn.

les meir

Ráðgevara- og arbeiðstøkutryggingar. Hvat vendir upp, og hvat vendir niður?

31. Jan 2019

TILTAK: Byggiharrar og Ráðgevarafelagið fara 8. februar 2019 í felag at skipa fyri einum tiltaki um ráðgevaratryggingar og arbeiðstøkutryggingar, ið verður á Panorama Hotel Hafnia.

les meir

Alt tilfeingisgjaldið er langt síðani brúkt

30. Jan 2019

Nú eru nøkur ár síðani vit byrjaðu at hoyra ymiskar røddir siga, at um landskassin fekk eina milliard um árið frá reiðaríunum fyri rættin at fiska, so var leyst og liðugt. So fór landskassin at klára seg uttan ríkisveiting, ella fór lívið hjá túsundtals føroyingum at verða nógv betri. Málið skuldi vera at fáa pengarnar úr ”lummunum hjá teimum fáu”, soleiðis at ”tey nógvu” fingu nyttuna av teimum.

les meir

Altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine” í Føroyum í 2020

30. Jan 2019

Úrslit av áralangari gransking

les meir

Góður limafundur í Havnar Handverksmeistarafelag

30. Jan 2019

Í farnu viku skipaði Havnar Handverksmeistarafelag fyri limatiltaki um setanarviðurskiftir og tryggingar fyri handverksmeistarar.

les meir

Ferðing til Gibraltar

29. Jan 2019

Í samband við Oyggjaleikirnar í summar fáa vit nógvar fyrispurningar, hvørt tað ber til sum avvarðandi ella áskoðari at flúgva við Atlantic Airways til Gibraltar.

les meir

Katalanski ráðharrin innan talgilding kemur til Føroyar

29. Jan 2019

Nú hóskvøldið 31. januar kemur Jordi Puigneró, katalanski ráðharrin innan talgilding, til Føroyar á vitjan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum hevur ábyrgd av talgilding í Føroyum.

les meir