Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðing til Gibraltar

Í samband við Oyggjaleikirnar í summar fáa vit nógvar fyrispurningar, hvørt tað ber til sum avvarðandi ella áskoðari at flúgva við Atlantic Airways til Gibraltar.

Hetta ber tó ikki til, tá flogfarið verður fult við íðkarum, venjarum og leiðarum.

Tískil heita vit á tey, sum ætla sær at fara við, um at finna sær aðra farleið. Vit kunnu t.d. vísa á, at úr Malaga tekur tað bert 1,5 tímar at koyra til Gibraltar. Tað ber til at leiga bil, taxa ella at koyra við shuttle-bussi, t.d.

Heimasíðan hjá Oyggjaleikunum í Gibraltar 2019:
http://www.gibraltar2019.com/