Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góður limafundur í Havnar Handverksmeistarafelag

Í farnu viku skipaði Havnar Handverksmeistarafelag fyri limatiltaki um setanarviðurskiftir og tryggingar fyri handverksmeistarar.
 
Í mars koma nýggju tryggingarnar hjá øllum meistarum í Føroya Handverksmeistarafelag í gildi. Í hesum sambandi hevði Havnar Handverksmeistarafelag boðið umboði fyri LÍV niðan í Vinnuhúsið at greiða frá um tryggingarnar. Føroya Handverksmeistarafelag og LÍV hava gjørt avtalu um samlagstrygging fyri allar handverksmeistarar, sum nú koma at hava lívstrygging og trygging fyri ávísar hættisligar sjúkur.
 
Fundurin helt síðani fram við gjøgnumgongd av dømum av setanarprógvum. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarskriv.
 
Eisini var kunnað um nýggja sáttmálan við handverkarafeløgini, sum varð gjørdur í oktober fyri tey næstu tvey árini. Á fundinum var m.a. greitt frá broytingum.
 
Eftir fundin var ábit og hugnaløta.
 
Hava handverksmeistarar spurningar, eru teir altíð vælkomnir at venda sær til Vinnuhúsið.