Mentan
INNBJÓÐING TIL TÍÐINDAFUND
21. Mai 2019
- framløga av valskrá hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið
les meir
Sjøtul endiliga settur á Dalstunnilin
21. Mai 2019
HÁTÍÐARLØTA: Sannur hátíðardámur var í Húsavík í dag, tá landsstýrsimaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti hakan í fyri tunnilsverkætlanini til Dals. Veðrið var av tí fagrasta, gott lag á fólki, og kenslan er altíð góð at seta hakan í fyri eini verkætlan, sum hevur til endamáls at betra framkomuleikan, økja um ferðslutrygdina og yvirhøvur upplivingina hjá teimum ferðandi.
les meir
Rørslufagnaður í Havn 24. mai
21. Mai 2019
Aftur í ár skipa Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar Kommuna fyri væl umtókta ABC tiltakinum Rørslufagnaður, ið er gjørt í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Hesaferð verður Rørslufagnaður hildin á Ovara vølli í Gundadali. Í fjør vóru umleið 3000 fólk og vit vóna at enn fleiri koma hesaferð.
les meir
Lýsing eftir skipi til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna
20. Mai 2019
Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verða fíggjaðar við granskingarkvotu.
les meir
Silda- og svartkjaftakanningar lidnar
20. Mai 2019
Týsdagin, 14 mai, kom Magnus Heinason aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Heldur meira var skrásett av norðhavssild í ár enn í fjør. Hinvegin tykist, at nakað minni av svartkjafti var at síggja. Tó skal viðmerkjast, at kanningarøkið broytist frá ári til árs, so úrslitini kunnu ikki beinleiðis sammetast millum ár.
les meir
Kristina á norðurlendskum ráðharrafundi um talgilding
20. Mai 2019
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er í hesum døgum í Íslandi á MR-Digital fundi. MR-Digital er ráðharraráð undir Norðurlandaráðnum, ið hevur til endamáls at styrkja um samstarvið innan talgilding millum Norðurlond og tey baltisku londini í tíðarskeiðinum 2017-2020. Ráðið arbeiðir fyri at skapa eitt samanhangandi og sameint talgilt øki, ið framhaldandi gongur á odda at tryggja vælferð og vøkstur.
les meir
Tjóðveldi stillar Ingolf S. Olsen upp í Vágum
19. Mai 2019
Á triðja og seinasta uppstillingarfundi hjá Vága Tjóðveldisfelag, sum var mánakvøldið, varð samtykt at stilla Ingolf S. Olsen upp sum einasta valevni floksins í Vágum til komandi løgtingsval.
les meir
Ívar Iversen ársins borgari
19. Mai 2019
Lions Club Tórshavn heiðrar Ívar Iversen sum ársins borgara 2019 fyri virksemi og áhaldni hansara á tónleikaøkinum í Streymoynni í meira enn 75 árEin av...
les meir
















