Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn handaði Ívari Iversen heiðursskjalið, ið staðfestir, at hann av Lions er kosin ársins borgari 2019

Ívar Iversen ársins borgari

Lions Club Tórshavn heiðrar Ívar Iversen sum ársins borgara 2019 fyri virksemi og áhaldni hansara á tónleikaøkinum í Streymoynni í meira enn 75 ár

Ein av teimum trúgvastu og drúgvastu urguleikarunum í landinum, 88 ára gamli kvívíkingurin í Havn, Ívar Iversen, er av Lions Club Tórshavn kosin ársins borgari 2019. Hetta er ein heiður, Lions hevur latið í fleiri ár, og á fundi um dagarnar fekk Ívar á fundi hjá Lions handað heiðursskjal og eina lítla pengagávu.

Longu sum 14-15 ára gamal avloysti hann pápa sín við urguna í heimbygdini, Kvívík, har hann virkaði sum urguleikari í fleiri áratíggju, og síðani hava tónleikur og sangur verið hansara vørumerki alt lívið og er tað enn. Eisini hevur Ívar spælt í Kaldbak og í Havn, og til andaktir á røktarheimum í Havn og á hvíldarheiminum Nainu situr hann enn við urguna fleiri dagar um vikuna.

Í Útvarpskórinum og síðani í Havnarkórinum ljóðaði reina og klára rødd hansara heilt frá byrjan, og sum um tað ikki var nóg mikið, so hevur Ívar Iversen sungið fyri líki í Havn í meira enn hálvthundrað ár. Tí hevur Lions Club Tórshavn gjørt av at heiðra hann sum ársins borgara 2019 fyri virksemi og áhaldni hansara á tónleikaøkinum í Streymoynni í meira enn 75 ár.