Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(Myndir: HeinesenMyndir / Landsverk ©)

Sjøtul endiliga settur á Dalstunnilin

HÁTÍÐARLØTA: Sannur hátíðardámur var í Húsavík í dag, tá landsstýrsimaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti hakan í fyri tunnilsverkætlanini til Dals. Veðrið var av tí fagrasta, gott lag á fólki, og kenslan er altíð góð at seta hakan í fyri eini verkætlan, sum hevur til endamáls at betra framkomuleikan, økja um ferðslutrygdina og yvirhøvur upplivingina hjá teimum ferðandi.

Í góðveðrinum seinnapartin í dag var haki settur í fyri nýggju farleiðini til Dals. Hetta hendi, tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið av fyri nýggja vegnum til tunnilsmunnan húsavíkarmegin.

Almenna tiltakið savnaði um hálvtannaðhundrað fólk á Húsavíkarvegnum, har nýggi vegurin til tunnilsmunnan eftir ætlan skal byrja.

Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, legði vegna Landsverk fyri við at bjóða øllum vælkomin. Hann fegnaðist um, at tað umsíðir er komið hartil, at sjøtul kann setast á hesa leingi eftirlýstu verkætlan við eini nýggjari farleið millum Húsavík og Dal.

- Arbeiðið fer at byrja longu í komandi viku, tá økið verður hegnað av, og maskinurnar verða fluttar suður. Fyrst verður farið undir at gera arbeiðsvegin til tunnilsmunnan, áðrenn hol verður sett á at bora sjálvan tunnilin, upplýsti virkandi stjórin á Landsverki.

Síðani fekk Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, orðið:
- Dalsvegurin, sum hevur hildið í ein heilan mansaldur, fer skjótt í søguna. Vegurin liggur í brattlendi – hann er smalur, har er ringt sýni og eisini vandi fyri omanlopi.

Umstøðurnar eru tískil ikki tær bestu  at koyra eftir. Sum landsstýrismaður í samferðslumálum havi eg eina ábyrgd og skyldu at tryggja Føroya fólki, at tey kunnu ferðast trygt og ómakaleyst á okkara grønu oyggjum.

Eins og tað stendur í endurskoðaðu ferðslutrygdarætlanini er neyðugt við einum góðum vegakervi fyri at tryggja, at trygdin er í hásæti. Og tað er eisini hetta, sum er orsøkin til, at Dalstunnilin nú verður gjørdur. Hann er snøgt sagt neyðugur.

Eg fari at ynskja fólki her í Húsavík, Dali og sandoyingum sum heild og eisini Føroya fólki til lukku við byrjanini av hesi stóru verkætlan, sum fer at gagna Føroya landi, segði Heðin Mortensen millum annað.

So var gjørt klárt til landsstýrimannin í samferðslumálum at grava fyrsta bøkkin av við einum haka, sum Bødvar Hjartvarsson í Dali hevur gjørt, og sum bygdahúsið í Dali fekk til ognar aftaná.

Serliga stórur dagur fyri dalbingar
Sum vera mann var eisini frøi á borgarstjóranum í Húsavíkar kommunu, tá hon lýsti týdningin av eini betri farleið fyri borgarar í Húsavíkar kommunu.

- Vit í Sandoynni hóma eina spennandi framtíð fyri oynna. Hakin er í dag settur í fyri Dalstunlinum, skotið er fyri Sandoyartunlinum, so um fá ár verður koyrandi til meginøkið. Tá ber til at búgva á bygd, hava spennandi starv aðrastaðni og atgongd til teir møguleikar, sum flest onnur í Føroyum hava. Alt tað, sum tóktist so veruleikafjart, tykist nú at vera veruleiki, segði borgarstjórin í Húsavík millum annað. At enda bjóðaði hon øllum vegna Húsavíkar kommunu og Landsverk til ein kaffimunn og lætt ábit í Sólarris.

Í hugnaliga bygdarhúsinum Sólarris í Húsavík var hýrurin eisini góður við felagssangi og fleiri røðum. Tað var sangurin um Dalsvegin, sum Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, hevur yrkt, ið var sungin. Sangurin kann heintast her 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, var tann fyrsti, sum bar fram eina heilsan og øll góð ynskir til hesa verkætlan, og síðani fingu eisini Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, orðið. Allir nevndu teir, hvussu týdningarmikið tað nú var at standa saman um at fáa hesa verkætlan avgreidda sum skjótast. At enda fekk Anfinn Johannesen úr Dali orðið. Anfinn, sum millum annað hevur ruddað kava fyri Landsverk á Dalsvegnum í ikki minni enn 30 ár, kundi eisini breggja sær av at vera ein av fáum, ið eftir eru, sum vóru við frá byrjan, tá farið var undir at byggja Dalsvegin í 1943. Eisini Heini Olsen, fyrrverandi deildarleiðari á Landsverki og ein av gomlu undangongumonnunum innan vegagerð og tunlar í Føroyum í fleiri áratíggju, og sum eisini hevur ávarað og skrivað um standin á Dalsvegnum, luttók í hátíðarløtuni í dag í Húsavík.
Um verkætlanina

Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, meðan 3.000 metrar av verandi vegi skulu breiðkast. Fyrst verður ein arbeiðsvegur gjørdur í Húsavík, og fyrireiking gjørd av lendinum við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin.
 Um tú vilt vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðara á Deildini fyri Infrakervi, tel. 290 888 ella umvegis teldupost frhe@lv.fo

(Myndir: HeinesenMyndir / Landsverk ©)