Økt bjartskygni um aling á harðbalnum økjum
30. Aug 2017
KANNINGAR: Í nøkur ár hevur Fiskaaling gjørt kanningar av, hvørt tað er møguligt at ala á meira harðbalnum økjum í Føroyum, enn higartil hildið hevur verið ráðiligt. Móti vári verður aftur ein roynd gjørd at ala á Sandsvág. Tó ikki á sama staði sum seinast, har laksurin ikki toldi harða streymin, sum tók seg upp í nógvum brimi.