Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sissal vann Blue Fashion Challenge

Dan Klein --- 28.08.2017 - 08:00

Tað gjørdist føroyska Sissal Kjartasdóttir Kristiansen, ið vann stóru norðurlendsku sniðgeva kappingina í Østrøm.

Síðan mikudagin hava 11 viðurkendir norðurlendskir sniðgevar kappast um at gera besta sniðið úr havsins rávørum: fiskaskræðu, kópaskinni og tarajersey. Burturúr hesum komu 11 ymisk snið, ið vøkur føroysk modell sýndu fram í Østrøm.
 
Kappingin var hørð, og dómsnevndin hevði harðar tingingar, áðrenn tey samdust um, at Sissal átti besta sniðið, Sissal rekur dagliga  Shisa Brand, ið mest fæst við bundnavørður, men hetta forðaði ikki henni í at vinna handan seymimaskinuna.
 
Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir úr Íslandi fekk annað pláss, meðan grønlendska Louise Lynge Hansen fekk eitt herðaklapp fyri sín kópaskinsjakka.

Nógv fólk var komið saman í Østrøm til mótasýningina, og enn fleiri fylgdu við á netinum, tí sýningin varð streamað beinleiðis á Facebook síðuni hjá NORA, har ber til at síggja øll sniðini.