Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat ætlaði Luther? Hvat lærdi hann um dóp? Hvønn leiklut hevði Bíblian í virki hansara?

Dan Klein --- 29.08.2017 - 08:15

Til at svara áðurnevndu spurningum fær fólkakirkjan vitjan av Lutherkøna Knut Alfsvåg. Í sambandi við 500 ára trúbótarhátíðarhaldið fer viðurkendi norski professarin og presturin at hava fyrilestrar runt landið. Knut Alfsvåg dugir at gera fløkt viðurskifti greið, og er lættur at skilja. 

Talan er um bæði almennar fyrilestrar og fyrilestrar fyri innbodnum. 

Knut Alfsvåg hevur skrivað fleiri bøkur um Martin Luther millum aðrar Møter med Luther og Skrifter om Kristus, frelsen og kirken, sum báðar komu út fyrr í ár. 
Skráin fyri hansara vitjan í Føroyum er henda:

Hósdagin 31. august, fyrilestur á Fróðskaparseturi Føroya, Søgu- og samfelagsdeildin.
Evnið: Hva var det Luther egentlig ville? (Fult teknað). 

Les meira her: https://setur.fo/tidindi/tidindi-single/news/reformationin-og-avirkan-hennara/

Fríggjadagin 1. september: Prestakonvent í Tórshavn. Alfsvåg undirvísir í evninum: Den reformatoriske oppdagelse og dens konsekvenser. 

Leygardagin 2. september: Kirkjudagur í Sandoyar prestagjaldi. 
Fyrraparturin er ætlaður kirkjuráðslimum og kirkjutænarum í Sandoyar prestagjaldi.
09:25 Andakt í Sands kirkju.
10:00 Morgunmatur í Ungmannafelagshúsinum á Sandi.
10:30 Evnið: Luthers lív og hansara samband við jødar. 
12:00 Døgurði
13:15 Evnið: Lóg og evangelium sambært Lutheri.
15.00-16.00 Evnið: Dópur og trúgv sambært Lutheri. ALMENNUR FYRILESTUR, drekkamuður verður kl. 14:30 øll eru vælkomin.
Leygarkvøldið 2. september kl. 19.30 er almennur fyrilestur í Fríðrikskirkjuni á Toftum. 
Evnið er: Skriftens autoritet hos Luther.
Sunnudagin 3. september, kl. 11.00, gudstænasta í Fríðrikskirkjuni. 
Knut Alfsvåg prædikar og Ovi Brim er liturgur. Gudstænastan verður útvarpað.