Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Húsarhaldsskúli Føroya fingið tilsøgn

22. Jul 2019

Fyrr í mánaðinum var landsstýriskvinnan, Hanna Jensen, saman við fólki út Mentamálaráðnum, í Klaksvík á fundi við fólk frá Húsarhaldsskúla Føroya og Klaksvíkar Kommunu um verkætlanina at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í býnum. Fundast varð um fyriliggjandi skipanaruppskotið, og tær fortreytir, sum skulu vera í lagi, fyri at uppskotið kann góðkennast, umframt um alla tilgongdina fram ímóti byggingini.

les meir

Føroyagrunnurin lýsir eftir umsóknum

22. Jul 2019

Føroyagrunnurin hevur nýliga fingið eina heimasíðu https://www.foroyagrunnurin.fo/ Nú bjóðar grunnurin fólki at søkja stuðul til ávís endamál umvegis heimasíðuna.

les meir

Lægri lønarskatt og kappingarføra skattaskipan

22. Jul 2019

Fyri at fáa fólk og vinnu at arbeiða og gera íløgur í Føroyum, er neyðugt at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra við at lækka vanliga lønarskattin og strika frádráttir og serskipanir, sum eggjar føroyskari arbeiðsmegi at leita aðrastaðni at arbeiða

les meir

6 føroyskir íðkarar til OL fyri ung

21. Jul 2019

Í døgunum 21.-27. juli verður europeiska OL fyri ung í Baku, Aserbadjan. Á fyrsta sinni luttaka íðkarar úr Føroyum. Føroysku íðkararnir luttaka í tveimum ítróttagreinum – svimjing og judo.

les meir

Makrelkanningar lidnar

21. Jul 2019

Leygardagin kom Finnur Fríði aftur av ársins makrelkanningum í føroyskum og eysturíslendskum øki. Høvuðsniðurstøðan frá ársins túri var, at meira varð fingið av makreli, og at makrelurin stóð víða um í mestsum øllum kanningarøkinum. Serliga var meir at fáa í útsynningspartinum av føroyska økinum enn vanligt.

les meir

Kunngerð um flutning av vandamiklum farmi

21. Jul 2019

Landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag lýst nýggja kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi. Kunngerðin er gjørd saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

les meir

Smærri flogvøllir

20. Jul 2019

Sum er hava vit ein flogvøll í Føroyum, sum verður nýttur til uttanlandsflúgving, og tøkk og lov havi fyri tað.

les meir

Nýggjur stjóri á Landsverki

20. Jul 2019

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag sett Sigurd Leifsson Lamhauge sum stjóra á Landsverki.

les meir

 





0.00 does not include shipping & tax